Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen
Merkisdagar

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, var millum gestirnar til hátíðarhaldið, nú Javni fylti 55 ár. Fitt av fólki hevði leitað sær í hølini hjá Javna á Hoydalsvegi 42, har boðið varð til ein drekkamunn, okkurt gott afturvið og høvi til eitt gott prát.

Millum røðarnar var Landsstýriskvinnu, og niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góðu tit øll

So var aftur eitt gott og upplagt høvið at hátíðarhalda Javna, nú felagið rundar tey 55 árini. Og eg takki fyri innbjóðingina og møguleikan at luttaka her í dag. 

Sum tit sjálvi so væl orðað tað í innbjóðingini, so hava tit hesi 55 árini miðvíst arbeitt fyri javnrættindum, luttøku og betri lívskorum hjá fólki við menningartarni og teirra avvarðandi.

Tá Javni varð sett á stovn í 1971, var støðan ein heilt onnur. Sum samfelag vóru vit ikki ment til at rúma øllum føroyingum. Ein syrgilig søga, mugu vit staðfesta og sum ongin okkara er stoltur av. 

Samstundis kunnu vit staðfesta, at onki kann gerast um hesum viðvíkjandi. MEN vit kunnu og skulu altíð læra av søguni.

Vit kunnu gleðast um, at tað eisini tá funnust føroyingar, sum skiltu tørvin og høvdu dirvi at fara til verka. Tey vístu, at vit vóru ment at flyta mørk. Og tey vóru og eru treisk. So treisk at tey, enn tann dag í dag, eru grundarlagið undir eini varandi menning fyri økið “menningartarnaða”. 

Og tað eru tykkum vit í dag hátíðarhalda! 

Eg skal vegna landsstýrið nýta høvið til at takka tykkum mongu eldsálum, ið hava lagt lunnar og bygt upp og framvegis við treysti hyggja frameftir og taka ábyrgd.

Tað gleðir meg at síggja og fylgja tykkum í tykkara virki, bæði á dagstovnum, á skúlum, serflokkum og víðari í miðnámi. Somuleiðis til frítíðar- og bútilboð til børn og ung við menningartarni, innan tónleikin, innan ítróttin við bæði Parasport Føroyar og Eydnudeildini. Og forrestin, so kenni eg eina damu, sum veruliga hevur víst seg innan skaldaheimin. 

Eisini á arbeiðsmarknaðinum virka tit við at loysa uppgávur og menna okkara samfelag. Alt hetta er sera týdningarmikið og ikki minni virðismikið. Jú staðfestast má, at tit umaftur og umaftur vísa tykkara talent og breiðu skapandi evni. 

Gott at tit skipa fyri og skapa karmar til at vit kunnu steðga á eina løtu og saman hátíðarhalda tykkum.

Hjartaliga til lukku, Javni, við teimum 55 árunum — og takk fyri tað stóra arbeiðið, tit hava gjørt og framvegis gera fyri einum rúmligari, sterkari og meira menniskjaligum samfelagi.

Takk fyri!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #