Fyrrverandi amerikanski forsetin Joe Biden er álvarsliga sjúkur av prostatakrabba.
Sonurin, Hunter Biden, sigur við ABC, at krabbin er farin í beinagrindina og nú er sera pínufullur og ávirkar pápan nógv, tí hann er nógv viknaður.
Joe Biden, sum er 83 ára gamal, fekk staðfest krabban í mai 2025.
Hann hevur fingið geisla- og hormonviðgerð og skal væntandi liva við sjúkuni restina av lívinum.
Kortini hevur hann framvegis verið alment virkin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



