Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Onnur tíðindi

Magnus Dam, kringvarpsstjóri og John Johannesen (tilgjørd mynd).

Magnus Dam, kringvarpsstjóri og John Johannesen (tilgjørd mynd).

Magnus Dam, kringvarpsstjóri og John Johannesen (tilgjørd mynd).

John Johannesen arbeiðir ikki longur í KvF.

- Kringvarpið og John Johannesen skrivaðu mánadagin undir eina avtalu um, at John fer úr starvi sínum í Kringvarpinum. John er fríttstillaður og kemur tí ikki til arbeiðis aftur, sigur Magnus Dam, kringvarpsstjóri í viðmerking við VP.

John Johannesen hevur kanska verið skarpasti profilurin hjá Kringvarpinum í fleiri ár, millum annað sum vertur í Degi og Viku. Men áhaldandi skriving hevur seinastu tíðina verið um hansara atburð í náttarlívinum í Havn, serliga í Frihedsbrevet. Og síðani hevur hann ikki verið at sæð ella hoyrt í KvF.

- Tú og John Johannesen hava leingi verið vinmenn. Hvussu hevur tað ávirkað hansara starvsfólkamál?

- Vinalagið okkara millum hevur ávirkað málið soleiðis, at eg eri ógegnigur at taka fyrisitingarligar avgerðir í starvsfólkamálinum hjá honum, og tí heitti stýrið fyri Kringvarp Føroya í januar í ár á Maritu Rasmussen um at taka við sum fyribils stjóri fyri Kringvarp Føroya einans við tí uppgávu at viðgera starvsfólkamálið hjá John Johannessen, sigur Magnus Dam í stuttari viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #