Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-111/2025 frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni, til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann, um tilbúgvingarætlanir fyri føroyska samfelagið

Spurningar:   
1) Hvussu langt er komið at fyrireika føroyska samfelagið uppá møguligar vandastøður orsakað av avbyrging uttanífrá?

2) Hvussu leingi kann føroyska samfelagið virka, um sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar?

3) Hví eru goymslurnar av mati, heilivági og brennievni ikki øktar, hóast váðin fyri avbyrging er væl kendur?

4) Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar at fyrireika føroyska borgaran uppá avbyrging uttanífrá?

5) Er ætlan um at geva almenna vegleiðing til borgarar um, hvussu tey skulu fyrireika seg í eini kreppustøðu?

6) Er ein dagførd cyber-trygdarætlan til staðar, sum tryggjar, at bankar, heilsuverk og samskifti kunnu virka í eini avbyrging?

7) Hevur landsstýrið tryggjað sær avtalur við Danmark og onnur grannalond um veitingar av mati, orku, útbúnaði og heilivági í kreppustøðum?  

Svar: 
Til spurning 1 

Seinastu árini eru fleiri stig tikin fyri at styrkja føroysku samfelagstilbúgvingina.

Føroyar hava fingið limaskap í norðurlendska HAGA-samstarvinum, sum er samstarvsforum fyri tilbúgvingar- og bjargingarmyndugleikar í Norðurlondum. Harumframt eru Føroyar partur av arbeiðinum við at seta á stovn Nordic Security of Supply Network, ið hevur til endamáls at styrkja veitingartrygd og mótstøðuføri í Norðurlondum.

Samstundis hava avvarðandi økisábyrgdarmyndugleikar arbeitt við at fáa eina greiðari mynd av støðuni viðvíkjandi goymslum, veitingum og veitingartrygd á ymiskum samfelagsøkjum. Hetta  arbeiðið er ein týðandi fortreyt fyri at kunna gera neyðugar raðfestingar og meta um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk.

Arbeiðið er tó framvegis í menning. Ein týðandi uppgáva komandi tíðina verður at fáa greiðu á, hvørji ítøkilig átøk eru neyðug fyri at styrkja veitingartrygdina og mótstøðuførið á mest kritisku samfelagsøkjunum. Hetta fevnir serliga um matvøruveiting, orkuveiting, telesamskifti og atgongd til heilivág.

Føroyar eru eitt fjarskotið oyggjasamfelag við stórum innflutnings- og veitingartørvi.  

Arbeitt verður við einum fakligum tilmæli at leggja til politiska støðutakan um, á hvørjum støði føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til í einari møguligari støðu við avbyrging uttanífrá.

Til spurning 2 
Tað er trupult at geva eitt einfalt svar upp á, hvussu leingi føroyska samfelagið kann virka, um bæði sjóvegis og loftvegis flutningur steðgar. Hetta veldst m.a. um orsøkina til støðuna, hvussu umfatandi hon er, og nær hon rakar. Tíðarskeiðið kann tí vera ymiskt og veldst í stóran mun um tær ítøkiligu umstøðurnar.

Til spurning 3 
Á summum økjum eru átøk í gongd, sum fara at økja um goymslukapasitetin. Á orkuøkinum eru bæði oljufeløgini og SEV í holt við verkætlanir, sum fara at økja um goymslurnar av brennievni.

Eins og nevnt undir spurningi 1 verður arbeitt við at fáa eina greiðari mynd av veitingartrygdini á teimum mest kritisku samfelagsøkjunum. Hetta fevnir eisini um spurningin um goymslur og tørvin á møguligum átøkum á økinum.

Í mun til goymslur av heilivági er í síðsta enda talan um eina politiska avgerð, har kostnaðurin av at hava størri goymslur má metast í mun til tann tilbúgvingartørv, sum samfelagið ynskir at nøkta.

Hvussu stórar goymslur samfelagið eigur at hava, hongur tí í síðsta enda saman við tí tilbúgvingarstøði, sum politiskt verður ásett.

Viðvíkjandi matvøruøkinum eru tað privatir innflytarar, sum eiga og reka goymslurnar. Støddin á goymslunum er tí í stóran mun tengd at teimum raðfestingum, sum fyritøkurnar gera. Samstundis er, sum nevnt undir spurningi 1, tørvur á einari støðutakan til, hvussu leingi Føroyar sum land eiga at kunna klára seg undir einari avbyrging uttanífrá.

Til spurning 4 og 5 
Sum liður í arbeiðinum at styrkja føroysku samfelagstilbúgvingina hava myndugleikarnir givið út tilmæli um heimatilbúgving. Tilmælini geva borgarum ítøkiliga vegleiðing um, hvussu húski kunnu fyrireika seg til kreppu- og tilbúgvingarstøður og klára seg sjálvi í minsta lagi trý samdøgur, um grundleggjandi veitingar verða órógvaðar. 

Tilmælini um heimatilbúgving eru ætlað at styrkja evnið hjá einstøku húskjunum at klára seg sjálvi í eina tíð, um samfelagsligar veitingar verða órógvaðar.

Tilmælini eru alment tøk á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Frameftir verður størri dentur lagdur á at kunna almenningin um tilmælini og týdningin av, at húski eru fyrireikað til møguligar kreppu- og tilbúgvingarstøður.

Til spurning 6 
Nettrygd hevur høga raðfesting. Í 2023 varð fyrsta føroyska nettrygdarætlanin løgd fram, har átta strategisk mál og 20 ítøkilig átøk eru ásett fyri at styrkja nettrygdina og mótstøðuførið hjá Føroyum.

Millum málini eru at verja samfelagstýðandi kt-undirstøðukervi, skipa nettrygdartilbúgving, seta á stovn nettrygdarmyndugleika og styrkja samstarvið millum almennar og privatar partar.

Harumframt verður arbeitt við einari nettrygdarlóg, sum skal styrkja nettrygdina hjá teimum geirum og fyritøkum, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið, og skapa eitt greiðari grundarlag fyri samskipan, tilbúgving og eftirlit á nettrygdarøkinum.

Sum partur av hesum arbeiði verður eisini arbeitt við ítøkiligum tøkniligum loysnum, ið skulu styrkja mótstøðuførið hjá kritiskum samfelagsfunktiónum og tryggja, at grundleggjandi tænastur sum bankavirksemi, heilsuverk og samskifti kunnu halda fram at virka, eisini í einari støðu við álvarsligum órógvi ella avbyrging uttanífrá. Hetta er ein týðandi partur av arbeiðinum at styrkja føroysku samfelagstilbúgvingina sum heild.

Til spurning 7 
Føroyar hava ikki heildaravtalur um veitingar frá okkara grannalondum.  

Eins og nevnt undir spurningi 1 er arbeiðið við veitingartrygd framvegis í menning. Samstarvið við Danmark og grannalond, harundir HAGA-samstarvið og Nordic Security of Supply Network, er ein týðandi partur av hesum arbeiði.

Royndirnar frá koronafarsóttini vístu, at gott samstarv við okkara samstarvspartar hevur stóran týdning í kreppustøðum. Samstundis vístu tær, at Føroyar mugu leggja sínar tilbúgvingarloysnir til rættis við tí fyri eyga, at landið í eitt styttri ella longri tíðarskeið kann verða noytt at klára seg við avmarkaðari hjálp uttanífrá.

Arbeitt verður tí bæði við at styrkja samstarvið við okkara samstarvspartar og at fáa greiðu á, hvørjar førleikar og loysnir Føroyar sjálvar eiga at hava. Hetta hongur saman við arbeiðinum við at áseta, hvørjum tilbúgvingarstøði føroyska samfelagið eigur at fyrireika seg til. 

Bárður á Steig Nielsen 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #