Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Trýst á myndina og hon gerst størri

Trýst á myndina og hon gerst størri

Trýst á myndina og hon gerst størri

SPYR.FO: Ein nýggj kanning, sum spyr.fo hevur gjørt í vikuskiftinum millum føroyingar búsitandi uttanlands, vísir, at tað fyrst og fremst eru praktiskar umstøður og ikki viljin, sum avgera, um ung venda heim aftur til Føroya. Bústaðartrot og høgur livikostnaður eru størstu forðingarnar, samstundis sum ein greiður meiriluti ynskir at flyta heim. Kortini kenna nógv ung seg ikki hoyrd í valstríðnum, hóast tey fylgja væl við.

Úrslitini vísa, at bústaðarmøguleikar og kostnaður og fígging av bústøðum eru mest avgerandi orsøkir til, hvønn tey velja til løgtingsvalið, og fyri at tey flyta heim aftur til Føroya. Eisini vera livikostnaður og starvsmøguleikar nevnd sum týðandi faktorar. 

Kanningin vísir samstundis eisini ein sterkan vilja at flyta heim. 59% siga, at tað er sannlíkt ella sera sannlíkt, at tey fara at flyta heim aftur. Samstundis eru 22% í iva, meðan 19% halda tað vera ósannlíkt ella als ikki sannlíkt.

Hetta sást eisini í sendingini Trapputing hjá KvF, sum varð send úr Oyrasundskolegiinum í gjár. Har løgdu tey ungu dent á, at javnstøða, javnrættindi og ikki minst eitt stað at búgva eru avgerandi fyri, hvørjar Føroyar tey ynskja sær at venda heim aftur til.

Í kanningini var eisini spurt, um tey uppliva, at valstríðið snýr seg um viðurskifti, sum hava týdning fyri tey. Her vísir tað seg, at nógv ung ikki kenna seg sum ein part av valstríðnum. Bert umleið 21% halda, at valstríðið í stóran mun snýr seg um tey, meðan ein meiriluti, umleið 63%, metir, at tað bert í ávísan ella lítlan mun er viðkomandi fyri teirra støðu. Hetta bendir á, at ósamsvar er millum tað, sum verður tosað um í politiska kjakinum, og tað, sum útisetarnir sjálvir meta vera avgerandi.

Kanningin er fyrsta av sínum slag við nýggja útisetapanelinum hjá spyr.fo, sum skal vera við til at geva útisetum eina rødd í Føroyum. 128 útisetar 18 ár og eldri svaraðu kanningini. Av teimum spurdu hava 60% valrætt í Føroyum. Fyrivarni skulu sjálvsagt takast fyri, at kanningin er lutfalsliga lítil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #