Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Arbeiðið at byggja koblingsstøð og battarístøð á Sandi er nú liðugt, og battaríútgerðin verður í løtuni royndarkoyrd.

Arbeiðið var mett at kosta 233 mió. kr., men nú koblingsstøð og battarístøð standa lidnar er greitt, at kostnaðurin er væl lægri enn mett. Samlaði kostnaðurin er 212 mió. kr.

- Arbeiðið hevur gingið væl, og kostnaðarmetingin fyri byggingina hevur hildið, meðan prísurin á battaríum er lægri enn fyrst hildið, so alt í alt, bleiv verkætlanin bíligari enn ætlað, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið.

Endamálið við 60/20 kV koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga.

Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar útbyggingar við øktum elorkutørvi somuleiðis standa fyri framman. Um ikki ein tunnil til Suðuroyar kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #