Í røðuni hjá Lars Løkke Rasmussen kom fram, at í 2022 setti Sólrun Løkke Rasmussen stólin fyri hurðina, soleiðis at hann ikki slapp inn í íbúðina.
- Bókstaviliga talað. Tí sum hon segði – greiddi Løkke frá – lásasmiðurin kundi ikki koma fyrr enn dagin eftir.
- Tað var ikki – fyri at siga tað diplomatiskt – vælumtókt í mínum føroyska baklandi, fyri at siga tað sum er, at eg hevði lagt mandat til at gera Mette Frederiksen til forsætisráðharra. Og nú havi eg gjørt tað aftur, greiddi Lars Løkke Rasmussen frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



