Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Mynd: Finnur Justinussen

Mynd: Finnur Justinussen

Mynd: Finnur Justinussen

Eg gekk í sunnudagsskúla í Vági. Gud skal vera mítt vitni; eg tímdi illa. Eg fór mest orsakað av, at Árni Kjærbæk dugdi so væl at fortelja søgur, og tí hin sunnudagsskúlalærarin, Lars hjá Sanduri við Misá, var krypil. Mær tókti synd í kúluta og klænmælta Lars, men var eisini eltibløðra, tá ið hann bleiv argaður. Tað var gamalt í Vági at happa kryplar og samkynd.

Viðhvørt júkaði Simona omman um at fáa meg við á møti í hesum sama Meinigheitshúsinum. Eg fór ta einu ferðina; ikki tí, at eg endiliga vildi sum so, men tí eg helt tað vera fjálgt at fylgjast við ommuni. Eg var eitt sindur errin av, at hon var so góð við meg. Omman var mín trygga havn, ið elskaði meg uttan treytir. Omman tosaði ongantíð ilt um nakran - uttan einaferð, tá ið hon í eini veikari løtu kallaði Óla Petersen fyri ein skræðugák.

So vit, omman og eg bæði, fóru á møti.

Men har niðri í Meinigheitshúsinum hetta kvøldið brákaðist fyrstu ferð tað sindrið av barnatrúgv, Árni og Lars við bit og slit høvdu fingið steytað niður í meg. Tað hendi nevniliga undir hesum møtinum, at ein maður, sum eg helt nógv av, og sum var og vónandi enn er av fittastu fólkum - Ulf Vág Nolsøe - tók orðið. Hann steig upp á talarastólin og gav prestinum í bygdini, Bjarna Bæk, ein teologiskan uppercut av eini aðrari verð.

Hetta dámdi mær lítið. Eg var sum húsfólk í prestagarðinum vegna tess, at eg og sonur Bjarna, Torbjørn, vóru barndómsvinir. Mær kunnugt var pápi hansara ein toluliga væl funderaður og miðaldjúpur, filosofiskur prestur, ið hvørki tosaði við stórum stavum ella peikaði eftir sínum medskapningum. So hasin verbali heilfluktarin frá Pappa Ulf gjørdist fyrsta kastið til at krypla mína barnatrúgv.

Næsti stingurin kom stutt áðrenn túsundáraskiftið. Í 1998 var eg fluttur hálvstuderaður heim til Føroya við konu og tveimum synum. Javnan fóru vit bæði í sunnudagsskúla við dreingjunum; tað var í Meiningheitshúsinum í Havn. Men aftur nú hendi tað, at ein prestur, sum eg var góður við og í hesum føri beinleiðis hámetti fyri andligan mátt og hitt góða og ærliga, var avdømdur av átrúnaðarligum áhugafólki.

Hesaferð snúði tað seg um Hera Joensen. Eg kendi Hera væl. Hann hevði eisini verið prestur í Vági, har eg vaks upp frá mínum 6. lívsári. Fordømingin snúði seg um, at fyristøðufólkini í Meinigheitshúsinum ikki ynsktu, at Heri helt ungdómsmøti har. Heri var annars nógv avhildin og í eini andligari liga fyri seg. Men eftir tykki teirra stýrandi í Meinigheitshúsinum í Havn hevði Heri Joensen givið onkrar óhóvligar hugsanir alment til kennar; áskoðanir, sum hesi skriftsjálvlærdu missiónsfólkini eftir øllum at døma ikki kundu taka undir við. Heri prestur bleiv útihýstur.

Tá tók eg í semju við konuna ta avgerð, at um Heri Joensen ikki var nóg góður til salin í Húsagøtu, vóru synir okkara tað ei heldur. Farvæl sunnudagsskúli. Eg havi ongantíð angrað avgerðina.

Banahøggið fekk mín affiliering við sokallaðan kristindóm í Føroyum í kjalarvørrinum av Gasa. At tey, eftir mínum tykki, víðgongdu og sjálvproklameraðu kristnu í Føroyum onkursvegna hálovaðu m.a. barnadrápunum, ið Ísrael náðileyst framdi í Gasa - meðan hini meira hóvligu hjá kirkjuni og KvF, sum fóðra kollektiva kristna tilvitið við morgunlestrum og líknandi, hildu kjaft - fekk mín persónliga kalik at flóta yvir. Eg veittraði føroyskum kristindómi endaliga farvæl.

Tey ótroyttiligu, sum í dag eins og týggjaleys brótaraross ganga fremst sum evangilistar; tey sum eftir mínum tykki hava stolið Jesus og misbrúka hansara kærleiksboð upp á tað grovasta, skulu eiga hetta uppáhald:

Ein góður kristin er ikki góður, tí hann er vorðin kristin. Hann er ein góður kristin, tí hann er ein sámuliga góður persónur. Sama er galdandi hinvegin; at ein persónur við ringari muru verður altíð ein ringur kristin. Persónurin hevði verið vánaumboð fyri eina og hvørja trúgv eins og eina og hvørja hugsjón.

Eisini skulu tey, ið skjóta seg undir eina gudsgivna skyldu at umvenda fólk til útvaldar, bíbilskar lærusetningar, sum tey hvørki skilja sjálv ella liva sambært, eiga hesa áminning:

Sokallaða trúarverjan við dogmum uttan botn og loft endar allar møguleikar fyri meiningarfullum samskifti. Tá ið summi tykkara ikki longur megna at grundgeva fyri tí, tit siga tykkum standa fyri, so síggja tit atfinnarar sum sendiboð frá Sátan. Spýggiligari verður tað neyvan. Eg eri ikki nakað sendiboð frá Sátan. Tað skulu tit bara vita; tit sum fremja hesa sokallaðu trúarverju við at heingja horn og hógvar upp á reflekterandi fríteinkjarar, klók Jehova vitni, góðsligar muslimar og onnur, ið bara ikki passa í tykkara sokallaða kristna kramm - bert tí tey tora at hava heilan tendraðan.

Hinvegin eru tað tit sjálv - tit sum hava stolið likam, anda og orð guds sonar - ið eru hóttanin móti tí, tit siga tykkum elska. Tit eru sjálv einasta hóttanin móti Jesu boðum og egnum kirkjum og samkomum: Frá prestaskeldandi missiónsfólki í Vági umvegis fordømandi ditto í Havn til eitt nú tey, sum elska ísraelska statsvaldið, ið hópmyrðir nærmastu skyldfólk hjá Jesusi niðri í Gasa-geiranum. Og eg meini eisini við tykkum, sum trýstu Ólav Eysturdal úr sínum gerningi við t.d. demonstrativt ikki at møta upp til gudstænastur hjá honum - bara tí hann var samkyndur. Eg geri orð útlagna prestsins langa fríggjadag í sjónvarpinum til míni:

“Eins og fariseararnir skaptu veruleikar úr heilagum skriftum, gera sjálvboðin bíbliufólk og prestar á okkara døgum sín óvituga dogmatikk til bíbilskar sannleikar. Saman við teimum rópa fjøldir av fólki “amen” og “halleluja” uttan at geva sær far um skaðarnar og avleiðingarnar, sum dogmatikkurin hevur fyri restina av samfelagnum. Vilja menniskju í dag ganga í fótasporum farisearanna og okkara skriftlærdu, jú, so er gamaní. Tá ræður bert um at halda fast við leistin, har tey sannførdu vitnini døma onnur menniskju við alskyns hentum skriftstøðum, sum tey turka av upp á Gud, ímeðan tey fjala halgilótirnar við lovsongi, bøn og ekstasu. At ganga út frá, at Jesus hevði tikið undir við halgilótunum; tað er ein dáragerð.”
Ólavur Eysturdal

*

Hetta var søga hins fráfalna og veg hansara burtur frá átrúnaðarligum ósannleikum, moralskari falslæru og fram um alt skróvturrum hykli. Farvæl, kristindómur í Føroyum. Síggjast møguliga á onkrum óvæntaðum krossvegi.

Høgni Mohr

(Orðað uttan fyri søguliga fakultetið í Lund, Svøríki. Hetta til heiðurs fyri Høgna av Heiði, sum í 1985 skrivaði blaðgrein við heitinum, Kristiligur ágangur. Føroysku bløðini sýttu kategoriskt fyri at prenta greinina. Høgni læt hana síðan sjálvur prenta og seldi hana sum pamflet fyri 10 krónur í Gamla bókhandli. Eg keypti verkið og las tað við áhuga og miklari virðing fyri manninum.)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #