Kular Røtur: Er Kular Røtur eitt frísk træ við fleiri vøkrum greinum, so er bulurin Jógvan Hansen og Rakul Ró Steintórsdóttir, sum syngja orðini og spæla sjónleikin í nýggjum sangi og videolagi.
Eg vil ikki í skúla er upptikin í Íslandi, har Jógvan Hansen; eftir at hava gjørt Bilin hjá okkum, Hon er omma mín og Grønar menn frá Pluto kendar í Føroyum, hevur búð og virkað sum tónleikari. Røddin hjá Rakul Ró er sungin inn í Mike Studio í Klaksvík.
Ta skemtuligu skúlasøguna um mammudreingin, sum hevur skúlafobi ella bara ikki vil í skúla, hevur Steintór Rasmussen skrivað.
Sangurin er tann fyrsti í nýggjari Kular Røtur røð og er nú tøkur at hoyra og síggja á You Tube, Spotify og øðrum talgildum miðlum.
Videolagið er ein serstøk UFO produktión. Upptikið og filmað við niðursettari ferð og sett saman sum ein gomul 24 tíma framleiðsla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



