Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá fívilin flytir inn í slottið verður hann ikki kongur fyri tað. Men slottið verður eitt sirkus
- turkiskt orðatak
Skúli

Skúlablaðið: Í komandi viku hittast umboð fyri lærarafeløg og skúlaverk um allan heim á fundi í Nuuk. Grønlendska lærarafelagið IMAK er vertur saman við EI, altjóða felagsskapinum fyri lærarafeløg. Formaðurin í Føroya Lærarafelag er eisini við.

Fundurin er stuðulstiltak til frama fyri IMAK og grønlendska fólkinum, nú ágangurin úr USA og frá Trump áhaldandi er so stórur. Tað er EI, sum skipar fyri fundinum saman við grønlendska lærarafelagnum. Stuðulstiltakið er ein stórfundur við drúgvari skrá, sum byrjar mánadagin og endar mikudagin. Umboð fyri IMAK leggja fyri við at greiða frá avbjóðingum og møguleikum í grønlendska skúlaverkinum, og luttakararnir fáa kunning um avbjóðingarnar, sum grønlendska fólkið dagliga er fyri í spentu støðuni, sum er íkomin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #