Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Politikkur

SU: Tann 10. juni var landsnevndin savnað til nevndarfund, á fyrsta sinni, síðan landsfund felagsins.

Fyrst á skránni var, at nývalda nevndin skuldi skipa seg.

Á landsfundinum var longu greitt, at formaður felagsins verður Petur Simonsen. Hetta var einmælt samtykt.

- Vit eru sera fegin um, at fáa ein so virkisfúsnan og hugagóðan formann.

Nevndin hevur gott mót, nógvar spennandi ætlanir og eitt ynski um ein virknan, savnandi og fantastiskan felagsskap. Ynskið er; at SU skal vera ein felagsskapur ið birtir undir javnaðarhugsjónini í millum ung í Føroyum.

Eisini skal SU vera eitt gott stað at vera. Tí ætlar nevndin at skipað fyri tiltøkum v.m. ið skulu stimbra um samanhaldið í millum limir felagsins.

Á nevndarfundinum 10. Juni valdi nevndin at skipa seg soleiðis:
Formaður: Petur Simonsen
Næstforkvinna: Victoria Mote
Kassameistari: Sára Maria Dalsgarð
Skrivari: Heri Wang Danielsen
Nevndarlimur: Bjørk Hentze Niclasen
Tiltakslimir: Marius Danielsen og Anna Margit Arabo.

Afturat Landsnevndini, hevur SU eisini eina útisetanevnd. Í Útisetanevndini sita: Magnus Elsuson Høgenni og Gilli Pálsson Augustinussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #