Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen
Politikkur

Heilsu- og Orkumálaráðið: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, var í gjár og vitjaði SEV, har hon hitti bæði leiðslu og nevnd.

Hon fekk m.a. kunning um og høvi at síggja nýggja framkomna kontrollrúmið hjá SEV. 

SEV kunnaði eisini um útbyggingarnar við battarískipanum og um tilgongdina at menna nýggju tímaprísskipanina, sum vónandi verður sett í verk um ársskiftið ella fyrst í komandi ári.

Landsstýriskvinnan greiddi frá ætlanunum hjá samgonguni um at fáa ferð á grøna orkuskiftið.

Hetta skal m.a. fremjast við at dagføra orku- og veðurlagspolitikkin og endurskoða vindorkuútbyggingarætlanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #