Leo pávi fanst hvassliga í røðu í Kamerun í dag at heimsins leiðarum, har hann kritiseraði teir fyri at brúka milliardir uppá kríggj og segði, at heimurin er “herjaður av eini ørgrynnu av tyrannum.”
Viðmerkingarnar komu eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur leyp á pávan á sosialu miðlunum.
Pávin, tann fyrsti úr USA, ávaraði eisini ímóti leiðarum, sum brúka átrúnaðarligt mál til at rættvísgera kríggj, og kravdi eina "avgerandi kósbroyting," skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



