Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

Fyrsti kavin í vetur fall og fór, jólaperur og pynt hómast í vindeygum kring landið og jólatónar hoyrast í loyndum

At útvega okkum heimildir á uttanríkispolitiska pallinum, er frá einum loysingarsinnaðum sjónarmiðið gott! Alt tað, ið førir okkum sum fram á leið, at taka egnar avgerðir, um okkara egna land og politikk eri eg fyri

- Fimta árið á rað varð heitt á meg at umboða fakið týskt á árliga kunningardegnum í auluni á Læraraskúlanum. Hetta gjørdi eg við gleði, hóast vanlukkuligu støðuna, Setrið endaði í síðsta ár

- Løgtingið umrøður boykott, samstundis sum USA tvingar Ukraina at góðtaka eitt friðaruppskot

Sambært Uttanlandsnevndini er eingin trygd fyri, at russisk reiðarí ikki misbrúka Føroyar til ólógligt virksemi. Kortini vil nevndin loyva reiðaríum, sum eru bannlýst í okkara grannalondum, at virka í Føroyum

- Øll undrast. Ferjulegan passar ikki til Teistan, og hjá Sam er verri at leggja at

“Vit hava ein Russlands trupulleika!” Soleiðis segði svenski herovastin, Michael Claesson, á Berlin Security Conference í vikuni. Og so endurtók hann: “We have a Russia problem!”

- Nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg aftur er lagt fyri tingið, vilja vit inniliga heita og minna á, at vit øll vísa góðan kjaksið, virðing í umrøðuni av málinum, og vísa kvinnum, sum hava tikið abort, virðing

Beint fyri jól fyri fýra árum síðani var fíggjarlógin fyri 2022 samtykt. Vit, sum sótu í løgtinginum tá, samtyktu fýra mió. kr. til at breiðka vegin úr Hvalbiartunlinum í Trongisvág

- Ætlan mín var ongantíð at viðmerkja stríða streymin av illa frágingnum og órættlisnum orðaskvaldri, sum nú fráfarandi landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, læt streyma frá sær í juni í fjør, á egnum facebookvanga

Føroysku náttúrufelagsskapirnir vilja staðiliga heita á politisku skipanina at viga náttúruna sum eitt avgerandi atlit í ætlanini um at gera ein Suðuroyartunnil

- Fyri okum er Suðuroyartunnilin ein spurningur um lív ella deyð! Tunnilin fer at geva okum atgongd til sjálvfylgiligheitirnar, sum øll onnur í okra landi taka fyri givið

Tað er sjón fyri søgn, at undirsjóvartunlar hava stóra ávirkan á tey økini, sum teir binda uppí restina av Føroyum. Hetta sóu vit við Vágatunlinum, Norðoyatunlinum og eisini við Eysturoyartunlinum

- Týsdagin 18. november er kommunuval í Danmark. Tað er altíð ein spennandi og týðandi løta í fólkaræðinum – eisini fyri okkum føroyingar, sum búgva í Danmark

Tað varð nevnt í Degi og viku fyrr í vikuni, at vinnulívsmenn eru bangnir. Eg má bara staðfesta, at tað eri eg eisini – eg eri bangin!

- Herfyri setti eg landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um rúsevnaeftirlit, og hvat skal til av starvfólkaorku, soleiðis at øll skip og bátar, sum koma til landið verða kannaði

- Suðuroyartunnilin fer at verða størsta verkætlanin í Føroya søgu – kanska í heimssøguni pr. íbúgva. Tí mugu vit brúka vit og skil, seta trygdina fremst og fíggja hann umvegis eitt statslán úr Danmark

- Børnini eru okkara framtíð og hava uppiborið betri raðfesting á fíggjarlógini hjá landinum og fíggjarætlanini hjá kommununi

Vit tosa ofta um náttúruna sum eitt stað, vit fara út í. Nakað, sum er “har úti”. Men sannleikin er, at náttúran er grundarlagið undir øllum okkara lívi her í Føroyum

- Um landsmyndugleikin ikki lurtar eftir okkum nú, er best at kommunurnar umsita skúlamál

Vit eru ein bólkur av foreldrum úr vesturbýnum, ið royna at koma á tal við kommununa um Skúlanum á Fløtum

VP hevur skrivað eina oddagrein við spyrjandi yvirskriftini: “Heftur tíðindaleiðari?”

- PF Suðuroyartunnilin hevur ikki fingið møguleika at svara uppá nógvu atfinningarnar um teirra uppskot um Suðuroyartunnilin – og tað hava onnur, sum arbeiða við verkætlanin heldur ikki

Tað er heilt einfalt eitt mark fyri búskaparfrøðina. Sumt er so prinsipielt virðismikið, at búskaparfrøðin ikki strekkir til við síni kostnaðar/nyttu-tankagongd

- Slíkar námsferðir hoyra ikki heima í einum fólkaskúla, sum skal vera ókeypis og rúma øllum

Yvirlýsing frá áhugafelagnum Føroyingar fyri friði, sum hevði fyrsta nevndarfundin um vikuskiftið

Nýskipanarnevndin hevur gjørt sítt, men..... Hetta fyrsta tilmælið frá Nýskipanarnevndini er IKKI ein nýskipan, men leggur upp til eina umskipan av landsumsitingini og skapar kaos

“Um sambandið við Danmark viknar”

Rúsevnismisnýtsla í Føroyum er vaksandi. Tað vísa fleiri fakfólk á økinum á. Eisini fólk innan rúsevnisumhvørvið. Og misnýtlsan er serliga vaksandi millum ung

Carl Johan Jensen hugleiðir

Farnu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt í fjølmiðlum um ætlaðan tunnil til Suðuroyar, har kostnaður (fleirfaldar milliardir krónur), linjuføring og atkomuvegir hava verið fremst á breddanum

- Og Arabo gjørdist svarið

- Vit hava fingið eina nýskipanarnevnd. Tað er neyvan farið aftur við borðinum hjá nøkrum, og fyrstu ristingarnar eru longu farnar gjøgnum samfelagið

Friðurin á Sandi og framtíðin í Suðuroy og Skúgvoy

“Men vit vita eisini at, í seinastu samgongu, tá hasir flokkarnir sótu (ABH), tá hevði samgongan øðiligt stríð av Miðflokkinum” – sitat Árni Gregersen (Dagur og vika hin 07.11.2025)

Herfyri vitjaðu tveir føroyingar eitt tjald á donsku oyggjuni Bornholm við heitinum “Frihedens Station”

3. novembur kunngjørdi løgmaður stórar broytingar í samgonguni, tá ið hann valdi at aktivera tilmælið, sum Nýskipanarnevndin sama dag hevði almannakunngjørt

- Finnbjørn Vang var í degi og viku mánadagin har hann tosaði um ikki at útluta fleiri fiskidagar til teir smærru bátarnar. Tað má vera øvundsjúka, tí Kallanes fær ikki minni av fiski um hinir sleppa at fiska nøkur tons meira

Viðmerkingar frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Akademikarafelag Føroya til bygnaðarbroytingarnar í miðfyrisitingini

- Tað gleðiliga er hent á Sandi, at bygdin stendur saman um at verja bygdina frá at leggja tunnilsleiðina til Suðuroyar gjøgnum Sandsbygd

“Her er ein rúgva av menningartarnaðum fólki savnað saman, tað sær vitterliga undarligt út. Eg meini tað seriøst”. Hetta vóru orðini hjá einum verti hjá Kringvarpinum í gjár

- Ætlanin at leggja eftir bestu búnaðarjørðini í landinum er burtur úr vón og viti og er fullkomiliga í andsøgn at vera meira sjálvbjargin

- Líka lítið halda vit uppskotið vera óseriøst. Viðmerking til innslag í Degi og Viku

- Trygdin hjá okkum í Føroyum er alt í verðini ov týdningarmikil til at brúka tíðina uppá misskilta nationalismu. Nú er tíðin veruliga komin til at taka trygdina í álvara og seta hana fremst

Umenn hon skinklar, so er vápnahvíld í Gaza. Tey, sum taptu á vígvøllinum, vunni kortini eitt annað kríggj: Propagandakríggið

- Seinasta totalt tápuliga málið er smuglingin við Smyrli , sum átti at fingið avleiðingar uppá standandi fót. Men alt gongur, null konsekvensir

Í samrøðuni varð landsbankastjórin ikki spurd um, hvørt Føroyar hava ráð til siglandi Suðuroyarleiðina ella ráð til ein nýggjan Smyril

- Samfelagið Føroyar tók í 2013/14 lógvatak, og lyfti stóru byrðuna tað varð, at knýta Sandoynna uppí Føroyar. Nú stendur Suðuroyggin fyri tørni.

- Í einum so álvarsamum inntrivi sum sterilisatión, er mann noyddur at tryggja, at tann, ið skal hava inntrivið er fullvísur í hvat tað er, viðkomandi gongur við til

- Hetta er onnur av fleiri greinum frá Magna Skaale, formanni í Antares, um støðuna viðvíkjandi teimum, ið arbeiða uttanlands

# #