Í viðtali við dr.dk sigur Beinir Johannesen, at uttanríkispoliskar heimildir er tað sum beint nú vigar tyngst fyri Føroyar og viðurskiftini við Danmark.
Danmarks Radio hevur tosað við løgmann eins og grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, eftir at nýggj donsk stjórn loksins er skipað.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini er tað púra greitt, at eitt sterkt ynski er um meiri javnbjóðis samstarv við Føroyar og Grønland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



