Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein eigur at kanna ryggin eins væl og byrðina
- V. Poulsen
Politikkur

Løgmansskrivstovan: Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í gjár vitjaði løgmaður, Beinir Johannesen, í Sandoynni. Endamálið við túrinum er at hitta fólk og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

"Tað hevur stóran týdning fyri meg at hoyra, hvat føroyingar hava upp á hjartað, og tí ætli eg mær at vitja javnan kring landið.", sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

Dagurin byrjaði í nýggjari útstykking uppi á Ryggi á Sandi, har løgmaður hitti nakrar barnafamiljur, ið hava valt at seta búgv har. Eftir hetta savnaðust næmingar úr 6. og 7. flokki á Sandoyar Meginskúla og settu spurningar til løgmann um mong ymisk evni.  

Í Skálavík savnaðust borgarstjórar í oynni at hitta løgmann.

Eisini varð vitjað í Dali, hjá MBM í Skálavík, á eldrasambýlinum Skerið í Skopun og í Búrhandilinum í Skopun. 

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #