Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa
Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Heitið á einum stovni eigur at vísa, at hann er í Føroyum. Tí er danski løgmálaráðharrin sinnaður at geva føroysku deildunum hjá Danmarks Fængsler eitt annað heiti.

Tað skrivar Nicolai Wammen, løgmálaráðharri, í svari til fólkatingskvinnuna Annu Falkenberg.

Anna Falkenberg spyr, um løgmálaráðharrin vil broyta heitið Danmarks Fængsler, so tað sæst týðiligari, at fongslið er í Føroyum.

Nicolai Wammen er samdur í, at heitini á almennum stovnum í Føroyum so vítt gjørligt eiga at vísa, at stovnarnir eru í Føroyum. Hann sigur eisini, at hann hevur tikið málið upp við landsstýrið. Løgmálaráðharrin tekur eisini fegin ímóti uppskotum um eitt heitið.

Danmarks Fængsler rekur fongslini í danska ríkinum. Stovnurin æt Kriminalforsorgen til 1. november 2025, tá hann fekk núverandi heiti.

Heitið Danmarks Fængsler sæst aftur á deildunum í Føroyum, og eitt nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum. Tí hevur Anna Falkenberg sett sjóneykuna á málið, tí hon heldur, at stovnar í Føroyum eiga at hava føroysk heiti.

- Eg fegnist um, at løgmálaráðharrin tekur væl ímóti uppskotinum, og eg fari at skjóta upp, at nýggja heitið verður Føroya Fongsul. Eg síggi sambandið við landsstýrið sum eitt tekin um, at heitið verður broytt. Verður tað ikki broytt, farið eg at taka málið uppaftur. sigur Anna Falkenberg.

Svarið hjá Nicolai Wammen til Annu Falkenberg sæst her.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #