Maskinmeistarafelagið: Jacob Vestergaad, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við útvarpið leygardagin, at hann ikki ætlar nakra broyting í ásetingunum í FAS-lógini, sum loyva útlendskum sáttmálum. Men tað, sum hevur størst týdning, er ikki at broyta FAS-lóggávuna, men skattalógina, heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
- Tað er ikki rætt, at Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS, bara skal vera eitt sjálvtøkuborð hjá reiðaríunum. Meiningin má vera, at skipanin tænir øllum samfelagnum og ikki minst okkara sjófólki. Tí mugu vit hava eina skipan, ið lønar reiðaríum, sum leggja seg eftir at hava føroyska manning. Upp á sama máta, sum tey til dømis gera við DIS í Danmark, har tað loysir seg betur skattliga hjá reiðaríunum at hava danir umborð – tess størri danski parturin av manningini er, tess størri er skattafyrimunurin hjá reiðarínum. Vit kunnu gera nakað líknandi, men legg til merkis, at tað er í skattalógini og ikki FAS-lóggávuni, at tað skal gerast, sigur hann.
Formaðurin mælir tí til, at skattalógin verður broytt soleiðis, at støddin á skattaafturberingini til skip í FAS-skipanini fylgir lutfallinum millum føroyska og útlendska manning.
– Allarbest var sjálvandi, um afturberingin av skattinum hjá útlendsku manningini varð null. Tað hevði av álvara eggjað reiðaríunum at brúkt føroyska manning, tí skattafyrimunurin hevði blivið størri, og sáttmálaviðurskiftini hjá føroysku manningini eru jú greið, so tað hevði eisini bundið fyri trupulleikan við útlendskari manning, sum kanska verður sett eftir ivasomum sáttmálum í dag, sigur Arnfinn Bech.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



