Samgonguskjalið um Útlendingaøkið: Vit hava trot á arbeiðsmegi, og tí er neyðugt í ávísan mun at taka útlendska arbeiðsmegi til landið. Umráðandi er at føra ábyrgdarfullan útlendingapolitikk, har vit hava tamarhald á tilflytingini og seta krøv til hana.
Ótálmað tilflyting leggur trýst á almennu vælferðartænasturnar. Vantandi málførleikar hjá tilflytarum eru ein avbjóðing - eitt nú hjá dagstovnum, fólkaskúlum og frítíðarskipanum. Samstundis skulu vit taka okkum væl av teimum, ið vilja integrera seg og skapa sína framtíð her.
Vit vilja avmarka møguleikan at fáa samfylgjandi familju við til Føroya fyrstu árini.
Vit skulu krevja reina revsiváttan frá útlendingum, sum vilja arbeiða í Føroyum.
Krøv skulu setast útlendingum, sum vilja verða verandi her. Eitt nú viðvíkjandi málsligum førleikum og kunnleika til føroyska mentan.
Skipanin fyri útlendska arbeiðsmegi skal verða smidligari, so tað verður lættari hjá útlendingum at brúka sínar førleikar.
Arbeiðsmegi frá ES og 3. londum skulu javnsetast við arbeiðstíð.
Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skal eitt yvirlit gerast yvir lond, haðani arbeiðsmegi kann innflytast frá.
Arbeiðsgevarar skulu syrgja fyri, at fólk fara av landinum aftur, tá ið arbeiðsloyvi ganga út.
Vit skulu hava eina lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestir, at føroysk lóggáva, mentan, fólkaræði, javnstøða og virði verða vird. Lógin skal eisini regulera útlendska fígging og banna útlendskari statsfígging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



