Veðurstovan: Apríl endaði við góðveðri. Eitt hátrýst lág yvir okkara leiðum, og í Føroyum var gott várveður við lítlum vindi, klárari luft og næstan ongum avfalli. Hetta veðrið var eisini nakrar dagar inn í mai.
Eitt máttmikið hátrýst lág yvir øllum Evropa og havinum vestan fyri Evropa. Lágtrýstini sluppu tí ikki eystureftir men vóru verandi við eysturstrondina í USA og fóru norður í økið millum Kanada og Grønland.
Nakrar dagar eftir mánaðarskiftið fór hátrýstið yvir Evropa eystureftir, meðan hátrýstið yvir Asorunum stóð í stað. Lágtrýstini slupp at ganga allan vegin ímóti okkum og eysturum í góðar 2 vikur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



