Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Fróði Magnussen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Manglandi endalig loyvir til at byggja nýggja kirkju á Argjum
Spurningar:
1. Hví hevur Kirkjuráðið á Argjum enn ikki fingið endaligt loyvi at byggja nýggju kirkjuna á Argjum?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at málið verður avgreitt skjótast gjørligt, soleiðis at Kirkjuráðið fær endaliga loyvið?
3. Nær kann Kirkjuráðið vænta at fáa endaliga loyvið til kirkjubyggingina?
Viðmerkingar:
Byggiloyvi til kirkjuna á Argjum varð givið av Tórshavnar kommunu fyri umleið einum árum síðani. Kirkjan hevur harumframt meira enn kravda eginogn, umleið 2 mió. krónur.
Málið er eisini góðkent av teimum kirkjuligu myndugleikunum, tvs. Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Biskupi. Sambært mannagongdini verður málið síðani latið víðari til Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Hetta varð avgreitt fyri fleiri mánaðum síðani.
Eitt ivamál var áður reist viðvíkjandi skeytinum millum kirkjuna og keyparan av gomlu kirkjuni. Hetta er síðani rættað, hóast løgfrøðingurin hjá kirkjuni frammanundan metti, at talan ikki var um ein veruligan trupulleika.
Tí er ilt at skilja, hví málið framvegis ikki er endaliga avgreitt.
Dagur dettur av degi, og avleiðingarnar kunnu gerast álvarsamar. Seinkingin kann ávirka sáttmálan við arbeiðstakaran, elva til hægri kostnað fyri verkætlanina og í ringasta føri føra til, at Argja kirkja verður heimleys.
Kirkjan hevur avtalu við keyparan av gomlu kirkjuni um, at hendan skal verða tøk hjá keyparanum tann 28. januar 2028.
Í ringasta føri kann støðan gerast tann, at Argja kirkja stendur uttan egna kirkju, um arbeiðið ikki sleppur í gongd skjótast gjørligt.
Á Løgtingi, 25. mai 2026
Fróði Magnussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



