Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Vágatíðindi

Country Festivalurin: 29. mai útgevur Marianna Winter fyrstu heildarútgávu sína ‘The More You Know’ í fullari longd, og hana fer hon at framføra, við fullum bólki á Country Festivalinum 2026!

Atgongumerki fáast til sølu á  www.country.fo

Útgávan kennist sum eitt gamalt analog heimaband. Eitt Panasonic mini DV-myndatól, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað sum, tær búgva onkrastaðni inni í tær. Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn.

Sangirnar eru hjartanemandi og sita eftir leingi aftan á, at nálin er tikin av. Ein teirra, "Patio", var tilnevndur til Ársins Sang á #FMA 2026. Marianna hevur skrivað og framleitt plátuna, saman við Ragnari Finssyni.

Við einum ljóðheimi, sum sameinar indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-popp, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #