Uttanríkis- og fiskimálaráðið: 25 ára gamla Marin Theodora Skaalum Joensen er næstan liðug við dreymaútbúgvingna á DTU sum verkfrøðingur í matvørutøkni. Hon starvast hjá Novonesis, sum framleiðir tilfar til matvøruídnaðin, eitt nú ensym og probiotika.
Í 2024 stovnaði Marin saman við einum floksfelaga startup-fyritøkuna, Ocean Wrap, og við henni vunnu tær Skylab Ignite-virðislønina fyri eina verkætlan at framleiða pakkitilfar úr tara.
Marin hevur sostatt útbúgving, førleikar og nýskapanarhug, sum Føroyar hava brúk fyri, um vit av álvara vilja menna matvøru- og sjófeingisvinnuna og fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi.
Á almennu ráðstevnuni, Fiskur og Framtíðin - møguleikar og avbjóðingar, greiðir Marin frá, hví hon valdi hesa útbúgvingina og um møguleikarnar í matvøruyrkinum. Eisini hugleiðir hon um, hvat krevst fyri at fáa ung at útbúgva seg og arbeiða innan matvøru- og tøkniøkið í Føroyum.
Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni er nevniliga, hvussu vit fáa ungdómin at velja sær útbúgving og yrki innan sjófeingisvinnuna.
Ráðstevnan verður í Silo á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til. Her ber til at síggja skrá og melda til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



