Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Mikudagin 12. august 2026 fáa føroyingar høvi at uppliva eina av teimum mest sjónligu sólarmyrkingunum í nógv ár.

Sólarmyrkingin byrjar í Havn umleið klokkan 17.56. Hon verður størst klokkan 18.54, og umleið klokkan 19.50 er hon liðug aftur. Alt fyribrigdið varir sostatt í knappar tveir tímar.

Tá myrkingin er størst, verður umleið 91 prosent av sjálvari sólskivuni fjald av mánanum sætt úr Havn. Tað merkir, at bert ein smalur partur av sólini verður sjónligur. Hóast tað kann fara at kennast munandi myrkari, verður ikki fullkomiliga myrkt sum undir einari totalari sólarmyrking.

Total sólarmyrking beint sunnan og vestan fyri Føroyar
Sólarmyrkingin 12. august er í veruleikanum ein total sólarmyrking, men Føroyar liggja uttan fyri tað smala økið, har mánin fjalir sólina fullkomiliga.

Skuggi mánans fer henda dagin millum annað tvørtur um Grønland og Ísland og síðani suður um Atlantshavið til Spania. Fólk, sum eru inni í hesum smala beltinum, kunnu í eina stutta løtu síggja sólina hvørva fullkomiliga og sólarkoronuna koma til sjóndar.

Í Føroyum verða vit hinvegin í hálvskugganum frá mánanum. Tí verður sólarmyrkingin her bert lutvís – men kortini so djúp, at hon kann gerast ein sera serlig uppliving.

Føroyingar minnast helst eisini 20. mars 2015, tá Føroyar lógu mitt í beltinum fyri eina totala sólarmyrking. Hesaferð skulu føroyingar ferðast eitt sindur vestureftir, eitt nú til Íslands, um teir vilja uppliva totalu myrkingina.

Hygg ongantíð beinleiðis at sólini
Tað er sera týdningarmikið at verja eyguni, um ein ætlar sær at fylgja sólarmyrkingini.

Tað er ikki trygt at hyggja beinleiðis at sólini, heldur ikki tá meira enn 90 prosent av henni eru fjald. Vanlig sólbrillur verja heldur ikki nóg væl.

NASA mælir til serligar sólarmyrkingarbrillur ella sólfiltrur, sum lúka altjóða ISO 12312-2 krøvini. Kamera, kikarar og teleskop skulu eisini hava serliga sólfiltrið framman fyri linsuna. Tað er ikki nóg mikið at hyggja gjøgnum slík tól við sólarmyrkingarbrillum fyri eyguni, tí linsurnar savna sólarljósið og kunnu elva til álvarsligan eygnaskaða.

Ein annar tryggur háttur er at gera eina einfalda projeksjón, har myndin av sólini verður varpað niður á eitt hvítt undirlag gjøgnum eitt lítið hol.

Veðrið verður avgerandi
Sum so ofta í Føroyum er størsti spurningurin tó ikki astronomiin, men veðrið.

Veðurforsøgnin í løtuni bendir á nógv skýggj mikukvøldið, tá sólarmyrkingin verður. Men enn eru nakrir dagar eftir, og føroyska veðrið kann broytast skjótt.

Tí kann tað loysa seg at fylgja væl við skýkortum og lokalum veðurforsagnum sjálvan dagin – og kanska vera til reiðar at koyra hagar, har glottar síggjast.

Eitt er í øllum førum vist: fáa vit hol í skýloftið mikukvøldið, verður tað ein sjáldsom sjón.

Sólarmyrkingin í Havn 12. august:

  • Byrjar: kl. 17.56

  • Størst: kl. 18.54

  • Umleið 91 prosent av sólskivuni fjald

  • Endar: kl. 19.50

  • Minst til: serligar sólarmyrkingarbrillur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #