Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi onki ímóti Várharra. Men eg ræðist hansara fjepparar
- Woody Allen
Tiltøk

Fyriskipararnir: Komandi vikuskifti, 10. og 11. apríl 2026, verður Mini TeenStreet skipað í Kelduni á Skálafirði. Talan er um eitt tvørkirkjuligt kristið tiltak, sum hevur til endamáls at savna ung og vaksin til uppbyggjandi møtir, lovsang og felagsskap.

Serligir gestir til tiltakið eru hjúnini Debs og Josh Walker úr Houston, USA. Tey eru væl kend innan TeenStreet arbeiðið, har tey í nógv ár hava virkað sum høvuðstalarar á TeenStreet í Týsklandi. Við sínum royndum og greiðu boðskapi fara tey at undirvísa og tala á møtunum um vikuskiftið.

Evnið fyri møtirøðina er “Vegir”, og undirvísingin tekur støði í Orðtøkunum úr Bíbliuni.

Afturat talu og undirvísing verður eisini ThroneRoom bæði kvøldini. ThroneRoom er ein kend lovsangsløta á TeenStreet, har dentur verður lagdur á góðan og lættan lovsang. Lovsangurin verður leiddur av lovsongsbólkinum frá TeenStreet Europa, sum eisini hevur føroyska luttøku. Eisini verða sangframførslur á skránni. Ungdómskórið í Nebo syngur leygarkvøldið, og eingin annar enn Jóhanna Sámalsdóttir frá Hoydalar, kemur á pallin fríggjakvøldið.

Skrá
Fríggjakvøld og leygarkvøld:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 21.30: Steðgur
Kl. 22.30: ThroneRoom við framførslum

Evnið: Orðrøkini

TeenStreet Føroyar er eitt tvørkirkjuligt samstarv millum samkomur og kirkjur, har endamálið er at skapa ein pall, har ung kunnu verða styrkt í trúnni og uppliva ein góðan andaligan felagsskap. Tiltakið er tó opið fyri øllum, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tiltakið er ókeypis, men skipanin av slíkum tiltøkum ber við sær útreiðslur. Tí eru øll vælkomin at stuðla arbeiðinum fíggjarliga við at flyta eina gávu á kontu 9181-1667744 við viðmerkingini TS26FO.

Fyriskipararnir takka fyri stuðul og forbøn og vóna at síggja nógv fólk í Kelduni komandi vikuskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #