Jógvan Elias á laksaveiðu við Rangá í Íslandi knapt 90 ára gamal
Jógvan Elias á laksaveiðu við Rangá í Íslandi knapt 90 ára gamal
Var á veg til Leirvíkar í morgun at vitja á fiskavirkinum Norfra. Ætlanin var so seinnapartin at fara inn á gólvið hjá Jógvan Elias, nú hann lá veikur heima í síni egnu stovu, og tað lækkaði ímóti endanum á hansara foldarlívi.
Koyrdi ígjøgnum Eysturoyðartunnilin og komin umleið hálva leið, nú “dingar” í telefonini. Komin úr tunlinum á eystursíðuni steðgi eg bilinum at vita, hvat telefonin vildi. Jú, eitt sms frá Ingvardi: “Jógvan er farin!”. Stóð stillur eina løtu meðan tankarnir reikaðu og eg mintist, hvussu nógv vit høvdu havt saman seinastu 50-60 árini sum nevndarlimir í ymiskum feløgum.
Ja, eg sat lútandi eina góða løtu og hugsaði um tær skiftandi tíðir, vit høvdu upplivað saman - ja, heilt frá svartastu niðu og ráðaloysi fyrst í 1990 árunum, har tað var, sum at sigla norður ígjøgnum Andøvsíðuna í Leirviks- fjørði í óndarveðri av útnyrðingi. Í hesum tíðum stóð Jógvan stinnur sum ein kappi og var altíð klárur at taka eitt tak aftrat.
Men sanniliga vóru eisini góðar løtur at minnast, aftur á, tá nýggj skip komu til bygdina, ella skipini komu fullødd norður ígjøgnum fjørðin av fiskimiðum. Ja, soleiðis reikaðu hugsanirnar hesa stuttu løtu, áðrenn eg koyrdi aftur.
Koyrdi so víðari til eg sá ein spegilsblankan Leirviks fjørð, fyri framman - ja silvitni, men Leirvík var broytt - ikki tann sama; “Tí Jógvan er farin!”
At fara at viðgerða lívið hjá Jógvan Elias og tað, sum hann hevur útint hesi mongu ár, er ikki møguligt í hesi grein. Men har er sjón fyri søgn í bygdini um, hvat Jógvan hevur útint, sum er rættiliga talandi, ja, heilt frá fjørðu til fjalls.
Tá Jógvan fylti 90, skrivaði eg stutta grein um lív hansara, og fari eg tí ikki at endurtaka tað aftur her.
Nú eru allar okkara hugfarsligu ferðir hjá Ingvardi, Jóan Magnusi og mær sjálvum saman við Jógvan Eliasi, heilt frá næstan uppi á toppinum á Jung Frau í Sveits, til allar laksatúrarnar í stóráum í Íslandi og krokkspæli á vøllinum, sum Jógvan Elias hevði latið gera niðan fyri barnaheimið hjá sær í Leirvík, minnir, sum eru verd at goyma.
Góði Jógvan, nú oyrað ikki longur hoyrir, vil eg – við einum ørindi úr eini av tínum egnu yrkingum takka tær fyri siglingina yvir eitt skiftandi lívshav:
Vit skylda okkar’ fedrum
at flyta førning fram
til eftirtíð at minnast
hvør bygdi hetta land
tey tún og teigalendi
tú ferðast dagligt á
tað góvu okkar’ fedrar
at byggja framtíð á
Ærað verði minnið um Kristiannu og Jógvan Elias Joensen Í Leirvík.
Osmund Justinussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



