Svenska songkvinnan Carola Häggkvist var á palli í Lívdini í Hoyvík mikukvøldið. Í tveir tímar sang hon sálmar og fleiri av sínum kendastu sangum og segði søgur úr nýggju bók síni.
Carola fylti 60 ár í september. Hon var bara 16 ára gomul, tá ið hon í 1983 sang «Främling» og fekk triðja pláss í Eurovision. Átta ár seinni vann hon kappingina fyri Svøríki við «Fångad av en stormvind». Báðir sangirnir vóru á skránni í Hoyvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



