Tað var Helena Heðinsdóttir Guttesen sum setti ársins Country-festival í Sørvági og eftir tað trein Ragnar í Vík á pallin.
Tað eru 14 ár síðani Ragnar í Vík seinast stóð á palli á Country-festivalinum.
Røðan hjá Helenu Heðinsdóttir Guttesen:
Góðu festivalgestir, hjartaliga vælkomin til Country & Blues festivalin í Sørvági.
Tað krevur dirvi at droyma, og tað krevur minst líka nógv dirvi at trúgva upp á dreymar hjá øðrum. Nógv av tí, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju í samfelagnum, byrjaði sum eitt hugskot onkustaðni. Tí dreymar byrja ofta í tí smáa – í einum práti millum vinir, har ein nevnir eitt hugskot fyri hinum við vón um, at tað fær góða undirtøku. Og júst har verður tað áhugavert, tí í somu løtu, sum ein dreymur verður sagdur hart, er tað ikki bara tann sum droymir, men eisini lurtarin, sum avgerð, um dreymurin fær lív.
Fyrr í ár fór countrydrotningin í Sørvági, Thordis Skaalum, um sýn. Hon var ein sonn eldsál, sum tordi at siga sína hugsan og fegin vildi seta dám á tað, sum fór fram her í bygdini. Hon hevði dirvi at droyma um ein festival í Sørvági og setti seg tí í samband við aðrar eldsálir, sum høvdu somu kenslu fyri tónleiki, felagsskapi og staðnum sum heild. Soleiðis bleiv dreymurin hjá Thordis til eitt felags mál fyri fleiri.
Tá fyrsti Countryfestivalurin varð hildin í 2012, visti eingin at siga, hvussu tað fór at eydnast. Tað var jú eingin sjálvfylgja, at ein countryfestivalur í Sørvági fór at draga fólk til sín. Og tá slík tiltøk verða sett í verk krevst, at fólk eru sinnað at leggja arbeiði, tíð og hjarta í okkurt, ið enn ikki hevur prógvað sítt virði. Men tað fekk ikki fyriskipararnar at fella í fátt. Til fyrsta Countryfestivalin vóru undir 1000 atgongumerki seld og einans 17 kampingpláss. Um vit samanbera hetta við ársins festival, eru øll 155 kampingplássini seld, og fleiri eru á bíðilista.
Seinastu dagarnar hava vit aftur sæð, hvussu nógv lív ein slíkur festivalur kann skapa. Countrybygdin er vaknað, kampingvognarnir eru komnir á økið, og fólk savnast, práta og gleðast um vikuskiftið, sum liggur fyri framman. Eisini hava borgarar í Sørvágs kommunu fingið høvið at savnast til ymisk tiltøk í trivnaðarvikuni, sum hevur verið seinastu vikuna.
Tað eru slíkar løtur, sum minna okkum á, at eitt gott samfelag ikki verður skapt av sær sjálvum. Tað sama sæst aftur í Countryfestivalinum, sum er nógv mentur síðan hann byrjaði. Ikki einans er hann vorðin ein miðdepil fyri føroyingar, men fólk uttanfyri Føroyar leita sær eisini oman á Dungasand fyri at uppliva serliga festivalumhvørvið. Country & Blues festivalurin er eitt prógv um, hvat kann henda, tá eitt hugskot fær loyvi at vaksa.
Eitt samfelag stendur ongantíð í stað. Fólk seta í verk, og fólk fara frá. Tá onnur taka við, kann tað, sum varð sett í gongd, liva víðari. Soleiðis yvirliva góð hugskot og gerast partur av eini størri heild.
Nevndin við Jóhan Petur, Vivian, Lív, Sólvá og Mickey saman við restini av fyriskiparunum hava tikið ábyrgdina á seg at bera Countryfestivalin víðari. Tey leggja nógva tíð og orku í hetta, langt áðrenn vit onnur eru komin í countryhýr. Tey hava ikki bara megnað at varðveitt festivalin, men eisini ment hann, so hann framvegis er livandi og viðkomandi.
Countryfestivalurin er ikki einasta dømi um stóra mentanararvin vit hava í Sørvági. Síðsta summar andaðist Jóan Jakku Guttesen, sum við sínum serstaka Vágasoundi var við til at mynda føroyskan tónleik. Tónleikurin, hann skrivaði saman við Magnusi á Stongum hevur sítt egna ljóð og verður notin tvørtur um ættarlið. Tinganest fór í søguna saman við Jóan Jakku, men tónleikurin livir víðari og verður framvegis spældur í nýggjum samanhangi.
Tá vit hugsa um menniskju sum Jóan Jakku og Thordis, síggja vit framvegis sporini eftir teimum rundan um okkum. Tað prógvar, at góð hugskot kunnu liva nógv longri enn vit sjálvi.
Tað er tann vakrasti arvurin, eitt menniskja kann lata eftir seg.
Men hetta vikuskiftið skulu vit ikki bara minnast tað, sum var. Vit skulu eisini gleðast um tað, sum er. Tónleikin, felagsskapin og góða lagið, sum fyllir bygdina hesar dagarnar.
Eg vil at enda endurtaka hóskandi orðini hjá Thordis Skaalum:
"Country er komið fyri at vera."
Hervið lýsi eg Country & Blues festivalin í Sørvági settan. Góðan festival øll somul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



