Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Innlendis ítróttur

Ovastevnan: Keiin var full av fólki, tá ið Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjórin og tíðindamaður, í dag setti árligu ovastevnuna í Nólsoy. Sólin skein bæði oman og niðan, meðan Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna. 

Í setanarrøðuni hugleiddi Leivur Hansen millum annað um Ova og bragdið hann framdi fyri 40 árum síðani, tá hann róði úr Nólsoy til Danmarkar. Leivur var sjálvur staddur á Longuliniu, tá Ove kysti havfrúnna.

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan hevur longu siglt fleiri enn 1000 stevnugestir til Nólsoyar og enn fleiri væntast í kvøld. Ternan siglir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgunin kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo

Hóast stevnan bleiv sett kl 14, byrjaði hon so smátt í gjár. Ovastevnu quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman. Í morgun var dyppað á Malarenda og eisini har vóru nógv fólk við.

Bragdið skipaði fyri rennikapping fyri børn og vaksin og rennarar hava runnið runt millum húsinií Nólsoy í morgun. 

Børnini hava hugnað sær í Nólsoy í dag. Tey hava vassað, spælt í fjørðuni og fangað krabbar. Eisini hevur Áhugafelagið Leikalundin skipað fyri hugnaligum barnatiltaki við felags barnasangi, tónleikaframførðslum og søgu.

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #