Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Krutl

Eins og siður hevur verið í mongu ár varð aftur í dag skipað fyri svimjing úr Havn til Nólsoyar í samband við Ovastevnuna.

Svimjingin var fyrstuferð í 1998, og hevur verið nærum hvørt ár síðani.

Vanliga verður svomið úr Havn til Nólsoyar. Byrjað verður Yviri við Strond, í víkini nærindis hølunum hjá radioamatørunum og Grønadammi. Beinleiðis frástøðan er góðar 4 kilometrar, men veruligi svimjiteinurin kann lættliga gerast 5–6 kilometrar, tí svimjararnir mugu leggja upp fyri ráki og sjóvarfalli.

sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #