Í morgin verður bert ein ond av eystri, turt, sólin sær og hitin um 12 stig.
Týsdagin frískar hann vindin av eystri, samdrigið men turt fyri tað mesta, hitin um 11 stig.
Mikudagin millum eystan og landnyrðing, frískur vindur, sólglottar og hitin um 9 stig.
Hósdagin lot av norði, sólglottar og turt, hitin um 8 stig.
Fríggjadagin frískur vindur av høgum útnyrðingi, samdrigið men turt og hitin um 10 stig.
Næsta vikuskifti verður ættin norðan ella landnyrðingur, sólin sær, serliga leygardagin, sunnudagin heldur meira vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



