Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, skrivar í eini grein, at fíggjarlógin er komin á beint. Hon sigur, at spádda landskassahallið upp á fleiri hundrað milliónir í 2025 vísti seg at vera ein feilmeting. Ístaðin verður yvirskot á landskassaroknskapinum fyri 2025.
Nú veit eg ikki, hvaðani Sirið hevur hatta talið, men á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni stendur, at landskassaúrslitið í 2025 var 63 mió. krónur í halli. (Kanska manglar onkur dagføring, men hatta er fyribils endaliga úrslitið).
Harafturat skal havast í huga, at vit hava framvegis eina fíggjarlóg fyri 2026, sum hevur 268 mió. krónur í halli!
Og so sigur Sirið: Útreiðsluvøksturin í almennu fyrisitingini er komin niður á uml. 3,5 prosent í mun til tey uml.
6 prosentini, ið andstøðan hevði, tá ið hon ráddi fyri borgum.
Eg eri ein av teimum sum halda, at útreiðsluvøksturin í farna valskeiði (og eisini í hesum valskeiðinum), hevur verið alt ov stórur, men hasi tølini sum hon brúkar eru púra við síðuna av.
Eg kenni ikki endaligu tølini fyri 2025 og 2026, men frá 2022 til 2023 vuksu rakstrarútreiðslurnar við 5,2 prosentum og frá 2023 til 2024 vuksu tær við 6,4 prosentum.
Sambært fyribilstølunum sum vit fingu, tá fíggjarlógin fyri 2026 bleiv løgd fram, so var vøksturin frá 2024 til 2025, 4,8 prosent. Hvussu tað skal geva ein meðalvøkstur á uml. 3,5 prosent er ein gáta.
Sirið sigur, at tað er ikki neyðugt at fáa landskassan aftur á beint, tí tað hava tey longu gjørt.
Hevur hon longu gloymt, at undanfarna samgonga hevði 195 mió. krónur í yvirskoti í 2022, tá núverandi samgonguflokkar søgdu, at avlopið var alt ov lítið?
Hvussu ber tað so til, at eitt úrslit sum liggur á markinum millum yvirskot og undirskot nú er nóg mikið?
– Og hevur forkvinnan í Tjóðveldi gloymt, at vit framvegis hava eina fíggjarlóg fyri 2026, sum vísir 268 mió. krónur í halli?
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



