Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-114/2025 frá Grími Sundstein, løgtingmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvussu stórt er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum hjá landinum í 2026?  

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið at bøta um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum?

Svar til spurning 1 
Føroyar hava eitt sera væl útbygt infrakervi. Stórar íløgur verða gjørdar í vegir, tunlar, brýr, havnir og annað, meðan játtanir til at viðlíkahalda og reka infrakervið standa við og lækka. Áhugin at byggja er stórur, men tess minni at viðlíkhalda.  

Samlaða eftirsleipið á landsvegakervinum verður í Samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018- 2030 mett til at verða 375 mió. kr. Av hesum er eftirsleipið innan tunlar 150 mió. kr., brúm 25 mió. kr., asfalti 100 mió. kr., og eftirsleipið innan bilverjur, vegjaðarar, veitir, dren, skeltir og annað umleið 100 mió. kr.  

Landsverk arbeiðir støðugt við samferðsluætlanum, har ymisk evni verða lýst, og temabløð verða givin út so hvørt. Nú verður farið undir at gera eina nýggja og neyva støðumeting av viðlíkahaldi og eftirsleipi.  

Fyribils metingarnar eru greiðar. Tað kann staðfestast, at eftirsleipið er vaksið. Innan tunlar verður eftirsleipið mett til at vera 250 mió. kr.  

Metingar hjá Landsverki vísa, at umleið 100 km av landsvegi hava átrokandi tørv á asfaltering. Við einum eindarkostnaði upp á umleið 2 mió. kr. fyri kilometurin, kostar asfalteringin umleið 200 mió. kr. Árliga játtanin til asfaltering er nú 12 mió. kr., sum røkkur til einar 6,0 km.  

Tað eru 249 brýr í Føroyum, og 20 teirra eru í sera ringum standi. Her skal viðmerkjast, at farið verður undir at høvuðsumvæla Brúnna um Streymin í ár, og Brúgvin um Fjarðará í Skálafirði verður gjørd av nýggjum.  

Svar til spurning 2 
Rakstrarjáttanin hjá Landsverki svarar til, at tað verða játtaðar umleið 125 kr. fyri hvønn metur av vegi árliga. Um vit samanbera við okkara grannalond, so hava tey munandi hægri játtan til tann árliga raksturin. Ísland brúkar umleið 350 kr./m, meðan Danmark og Noreg brúka umleið 5-600 kr./m.  

Neyðugt verður at hækka játtanirnar til at viðlíkahalda og reka landsvegakervið - herímillum vegir, tunlar, brýr og byrgingar - fyri at steðga forfallinum og betra vegakervið. Harumframt verður neyðugt við serstakari játtan til at innheinta eftirsleipið.  

Íløgukarmurin er avmarkaður, men vónandi ber til at fáa eina breiða semju um at raðfesta landsvegakervið næstu árini. Ein møguleiki er at gera eina verklagslóg, sum verður løgd fyri Tingið. 

Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #