Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat ólukkan tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í sambandi við formansskapin hjá Føroyum og Danmark í Norðurlendska ráðharraráðnum vóru Føroyar, 9. og 10. juni, vertir fyri árliga fundinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum fyri fiskivinnu, alivinnu, landbúnað, matvørur og skógbrúk (MR-FJLS). Fundurin varð leiddur av Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum.

Havið var reyði tráðurin á fundinum, har ráðharrarnir viðgjørdu felags avbjóðingar og møguleikar innan matvøruframleiðslu, tilbúgving, veitingartrygd og burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi. Londini vóru samd um, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond samstarva um felags loysnir í eini tíð við vaksandi óvissu og nýggjum avbjóðingum.

Á fundinum varð umrøtt, hvat kann gerast fyri at styrkja sjálvbjargni og tilbúgving á matvøruøkinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Enni, hevði eina framløgu um føroysku royndirnar á hesum øki. Samtykt varð at seta á stovn eitt norðurlendskt samstarv um matvøruveitingartrygd millum matvørumyndugleikarnar í londunum.

Eisini greiddi Havstovan frá sínum mátingum av havstreymunum í Atlantshavinum (AMOC), og hvussu broytingar í havstreymunum kunnu ávirka fiskastovnar, veðurlag og samfeløg í okkara parti av heiminum.

Bárður á Steig Nielsen nýtti eisini høvið at gera vart við føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hann vísti á arbeiðið við at dagføra Helsingforssáttmálan og heitti á limalondini um at stuðla Føroyum í hesum máli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #