Norska fótbóltssambandið NFF hevur sent formliga kæru til Fifa um umstríddu friðarheiðurslønina hjá Fifa.
Kæran er send etisku nevndini hjá Fifa fyri at markera mótstøðuna móti nýstovnaðu heiðurslønini, sum varð latin amerikanska forsetanum, Donald Trump, í fjør.
Lise Klaveness, forkvinna í NFF, heldur, at nýggja kæran økir um trýstið á Fifa, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



