Noreg, Ísland og níggju ES-lond krevja nú ein nógv meira avmarkandi og samskipaðan visumpolitikk fyri russiskar ríkisborgarar.
Londini hava skrivað undir eitt felags bræv, sum verður lagt fram á fundinum hjá innanríkisráðharrunum í ES hósdagin, eftir at næstan 480.000 Schengen-visum vórðu útskrivað russarum í fjør.
- Tað hevur verið djúpt órógvandi at verið vitni til eitt vaksandi tal av russiskum ferðafólkum, sum njóta lívið á evropeiskum strondum og frítíðarstøðum, meðan rakettir og dronur raka sivilfólk í Ukraina, stendur í skrivinum, sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



