Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í vikuskiftinum  Eitt frystilínuskip eru við Ísland, tað landar mánadagin, og eitt er við Føroyar. Fýra eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyri tað mesta, so tað verður nógvur útroður.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Ein hevur verið á Íslandsrygginum, men fer væntandi at fiska svartkalva nú. Væntandi landa tveir av djúpvatnstrolarunum í vikuni. Jákup Sverri fiskar norðanfyri. Hann fær mest av hýsu og toski, og landar miðskeiðis í vikuni.

Øll pørini eru til fiskarí. Smáligt fiskarí. Tey flestu landa í vikuni.

Tveir trolbátar eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Væntandi fer onkur út í næstum.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Bæði landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #