Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln
Tónleikur

Innsent: „Lið Mítt Við Løkin“, sum longu hevur vunnið sær hjartarúm millum NSÍ-fjepparar og skapað framúr gott lag til dystirnar, er nú tøkur á Spotify og øðrum stroymingartænastum. 

„Lið Mítt Við Løkin“ er ein máttmikil, jalig og kensluborin fótbóltsyrking til eitt tað besta liðið í føroyskum fótbólti - NSÍ!

Síðani sangurin á fyrsta sinni rungaði á stadion við Løkin á sumri 2025, hevur sangurin savna trúfastar fjepparar, skapt felags fótbóltsanda og lyft tað góða lagið á heimavøllinum í Runavík. 

Við sínum ósvitaliga NSÍ-dámi hevur sangurin ment seg til nógv meira enn eitt vanligt fótbóltslag. „Lið Mítt Við Løkin“ er stutt sagt vorðin ein partur av samleikanum hjá teimum mongu, sum trúfast fylgja NSÍ árið runt.

Ein sangur til eitt stórt felag
NSÍ hevur í áratíggju verið ein av stóru søgunum í føroyskum fótbólti. Felagið hevur vunnið steyp, meistaraheiti og skrivað seg inn í føroysku fótbóltssøguna við bæði úrslitum og ágrýtni. 

Sama ágrýtni merkist í „Lið Mítt Við Løkin“, sum heiðrar bæði spælarar, felagið og teir trúføstu fjeppararnar, ið ár eftir ár fylla stadion við Løkin.

Trúfastir fjepparar geva sanginum lív
Sjónbandalagið til sangin kom út á sumri 2025, og staðfesti eisini tað, sum nógv longu vita: NSÍ hevur eina av teimum sterkastu og mest trúføstu fjeppara-fjøldunum í Føroyum. 

Her er talan um eitt felag, sum savnar ættarlið, byggir brýr millum fólk og skapar minnir, ið liva langt út um sjálvan dystin.

Sterk nøvn aftan fyri útgávuna
Sangurin er skrivaður av Steintóri Rasmussen, sum hevur fingið fatur á sjálvari kjarnuni í tí serliga NSÍ-andanum. 

Edmund Jacobsen, kendur frá Chase og Norðkraft, leggur eina sterka rødd til lagið, meðan NSÍ-fjepparar syrgja fyri tú eyðkenda kórinum.

Ljóðblanding og mastring hevur Mikkjal Hvannastein staðið fyri í sínum egna studio í Klaksvík.

🐝 „Lið Mítt Við Løkin“ stroyming: https://tinyurl.com/lid-mitt-vid-loekin 

🐝 „Lið Mítt Við Løkin“ kápa: https://tinyurl.com/lid-mitt-vid-loekin-cover 

🐝 „Lið Mítt Við Løkin“ sjónbandslag á YouTube: https://tinyurl.com/lid-mitt-vid-loekin-video 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #