Fyrrverandi modellin Amanda Ungaro hóttir Melaniu Trump, Donald Trump og fyrrverandi mannin Paolo Zampolli við at avdúka alt, sum hon veit.
- Og eg veit alt, sigur Ungaro.
– Nú er tað kríggj. Vit fáa at síggja hvør vinnur. Eg havi tagt í áravís, og tí døma fólk meg, sigur Amanda Ungaro í samrøðu við El Pais.
Hon legði fyri stuttum hóttanir út móti Melaniu og Donald Trump umvegis X, í boðum, sum nú eru strikað.
- Eg fari at taka rættarstig móti tær og tínum pedofila manni, skrivar Amanda Ungaro millum annað til Melaniu Trump.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



