Gjaldsappin MobilePay hevur ment eina nýggja avmarkaða útgávu, sum ger, at sjey ára gomul børn eisini kunnu brúka appina.
Tað hendi fyrst sum ein roynd í síðstu viku, men funksjónin er vorðin tøk hjá øllum brúkarum hesa vikuna, upplýsir Vipps MobilePay fyri Ritzau.
Sum foreldur hevur tú møguleika at stýra, hvørjar funksjónir barnið skal hava atgongd til, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



