Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson
Skúli

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 5. juni klokkan 14-17 verður opið hús í Argja skúla í sambandi við, at sáttmáli verður undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og sp/f HVT um umvæling av skúlanum.

Tað hevur verið lítið virksemi í Argja skúla í seinastuni, tí skúlin er í so ringum standi. Guli skúli brúkar niðastu hølini í norðurendanum á bygninginum til smíðstovu og súkkluverkstað, og suðurendin á bygninginum verður brúktur til AA-fundir.

Annars er einki virksemi í skúlanum, men tað skal nú broytast. Ætlanin er at heildarumvæla skúlan, so Guli skúli fær nøkur undirvísingarhøli afturat, umframt at frítíðartilboð til 3.-6. flokk eisini skulu vera í skúlanum.

Avtala er gjørd millum Tórshavnar kommunu og sp/f HVT um arbeiðið at umvæla skúlan, og sáttmálin verður undirskrivaður fríggjadagin.

Kommunan fer at gera eitt sindur burtur úr hendan dagin. Elsa Berg, borgarstjóri, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, fara at halda røður, og síðani fara borgarstjórin og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Regin Petersen, stjóri í sp/f HVT, at undirskriva sáttmálan í sjálvari trappuuppgongini í skúlanum.

Aftan á verður borðreitt uppiá við lagkøku, kaffi og te til tey vaksnu, og sunkist og bomm verða til børnini. Samstundis verður høvi hjá fólki at síggja gamla skúlan.

Ætlanin er at fara í gongd við arbeiðið beinanvegin. Tað umfatar í fyrstu atløgu at skifta klædningin, vindeygu og tekjuna.

Ætlanin er, at útiarbeiðið skal vera liðugt í ár.

Síðani skal skúlin gerast klárur innan, og væntandi klárar at taka í nýtslu í august 2027, tá eitt nýtt skúlaár byrjar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #