Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst altíð, hvat tað rætta er, og sum Gud vil hava teg at gera. Tað trupla er at gera tað
- Robert H. Schuller
Bøkur

Fróðskaparsetrið: Mikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Bókin verður løgd fram á tiltaki sama dag klokkan15:30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn

-          Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?

-          Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?

-          Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?

-          Og hvussu sær framtíðin út? 

Mikudagin tann 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.

Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.

Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.

Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.

Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark í fleiri áratíggju, og sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini. Somuleiðis fer fyrrverandi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum, Høgni Hoydal, at siga nøkur orð, umframt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina. 

Kaffi verður at fáa, og ein kann eisini ogna sær nýggju bókina.

Nær: Mikudagin 2. apríl klokkan 15.30 – 16.30

Hvar: Jónas Broncks gøta 25, veghæddin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #