Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú sært ongantíð ælabogan, um tú bara hyggur niður
- Charlie Chaplin
Onnur tíðindi

Lívsneyðugu havstreymarnir eita Atlantic Meridional Overturning Circulation (Amoc) og Golfstreymurin um okkara leiðir er ein partur av teimum. Tað hevur leingi verið kent, at streymarnir vikna, og kunnu fara at kollapsa, men nú siga granskarar, at tað hendir helst nógv skjótari og við nógv størri vissu enn higartil hildið.

Mest dapurtskygdu úrslitini av granskingini eru helst tíverri tey mest realistisku, og skjótari ísurin á Norðpólinum bráðnar, skjótari hendir tað. Granskararnir hava samanborið granskingarúrslitini við tær broytingar sum longu eru hendar, og harvið minkað um óvissuna.

- Úrslitið bendir á, at mest sannlíkt fara havstreymarnir at vikna millum 42 og 58 prosent fram til ár 2100. Ein so stór niðurgongd fer við næstan fullkomnari vissu at elva til at havstreymarnir heilt halda uppat, siga granskararnir í grein í The Guardian. Longu í dag kunnu vit siga, at Amoc streymarnir hava ikki verið so veikir í 1600 ár, sum teir eru nú.

Avleiðingarnar verða mest sannlíkt sera álvarsligar fyri bæði Europa, Afrika og alt Amerika. Veðrið verður meira ógvusligt, avfallið fer at broytast nógv við skerpingi um sumrarnar og sera nógvum avfalli og illveðri um vetrarnar og vilkorini hjá landbúnaðinum vera heilt øðrvísi, stendur millum annað at lesa í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #