Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley
Onnur tíðindi

Turkaland, Saudiarabia og Pakistan hava stovnað eina nýggja verjusamgongu, sum á fleiri økjum líkist NATO.

Avtalan, Mecca Joint Defense Agreement, ásetur, at eitt vápnað álop á eitt av londunum skal metast sum eitt álop á øll trý. Samgongan savnar fíggjarligu styrkina hjá Saudiarabia, framkomna hernaðartøkni úr Turkalandi og stóra herin og kjarnorkuvápnini hjá Pakistan.

Endamálið er serliga at styrkja trygdina í einum alsamt óstøðugari Miðeystri og at forða fyri, at Iran fær ov stóra ávirkan í økinum. Samstundis verður avtalan sædd sum fyrireiking til eina framtíð, har USA møguliga fær ein minni leiklut.

Turkaland er framvegis NATO-limur, og avtalan stríðir ikki í sjálvum sær móti NATO-sáttmálanum. Men spurningar kunnu taka seg upp, um Turkaland verður drigið inn í eitt størri kríggj.

Viðmerkjarar siga, at samgongan kann bæði avlasta USA hernaðarliga og samstundis minka um amerikansku ávirkanina í Miðeystri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #