Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Síðsta

Ein arbeiðsbólkur við starvsfólkum úr Fíggjarmálaráðnum og Kommunufelagnum hevur í dag handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum tilmæli um, hvussu eldraøkið kann fíggjast fram til 2040.

Eldraútreiðslurnar fara at vaksa nógv komandi árini, tí fleiri gerast eldri. Roknað verður við, at rakstrarútreiðslurnar verða 40% størri í 2040, enn tær eru í dag. Neyðugt verður tí at útvega kommununum tað, sum í dag samsvarar við 300 milliónir krónur árliga í nýggjum inntøkum í 2040.

Høvuðstilmælini hjá arbeiðsbólkinum eru:

  • Eftirlønarskatturin fellur til landskassan frá 2029, og kommunurnar fáa í staðin ein stuðul, sum árliga verður javnaður við almennu sáttmálalønunum.

  • Afturberingin fyri serskattaskipanir verður varðveitt og útbygd soleiðis, at kommunurnar frameftir eisini fáa afturbering fyri skattafríar almennar pensjónir.

  • Botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður óbroyttur til 2040.

Umframt høvuðstilmælini hevur arbeiðsbólkurin eisini gjørt tvey onnur møgulig uppskot. Harafturat vísir arbeiðsbólkurin á tríggjar ítøkiligar bygnaðarligar broytingar, sum kunnu effektivisera raksturin komandi árini.

Tilmælini verða nýtt sum grundarlag undir komandi samráðingum millum landið og kommunurnar um ein nýggjan fíggjarleist til eldraøkið.

Frágreiðingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #