Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føðilandið, tað er allur knøtturin - nær fáa øll tað inn í knøttin!
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað verður nógv tosað um trupulleikarnar við ov fáum tøkum bústøðum og hækkandi prísum á sethúsum og íbúðum.

Fyri at bøta um haldføristrupulleikarnar mugu vit tryggja, at tey ungu velja Føroyar til og samstundis tryggja, at tey ungu flyta heim aftur eftir loknan lestur. Økt tilflyting fer at økja um eftirspurningin eftir bústøðum og eisini um prísirnar.

Tað er bert ein møguleiki at fáa nóg nógvar bústaðir fyri ein rímiligan prís, og tað er við at ØKJA ÚTBOÐIÐ.

Øll onnur vallyftir, sum snúgva seg um at stuðla keyparum, fara bara at gera keypiorkuna størri og sostatt gera bústaðirnar dýrari.

Vit ynskja, at øll skulu hava møguleikan at fáa sín egna bústað fyri ein rímiligan prís. Hetta skal gerast við at:

- Broyta byggikunngerðina til føroysk viðurskiftir – sum kann hava við sær ein lægri byggikostnað

- Stytta avgreiðslutíðina fyri matrikulering v.m. munandi og soleiðis sleppa undan øllum fløskuhálsum. Soleiðis kunnu fleiri sleppa at byggja, og harvið verður útboðið størri

- Tey, sum fara at byggja, skulu fáa MVG-afturbering heldur enn rentustuðul. Hetta fer at minka munandi um byggikostnaðin og tørvin á eginfígging.

Valdið til fólkið
- Vel Fólkaflokkin 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #