Danska stjórnin fer at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í IOC, er sinnað at kanna møguleikan fyri einum statsláni til Suðuroyartunnilin, vil tryggja betri rættindi til føroysk lesandi í Danmark, og staðfestir, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum.
Hetta eru nøkur av fingramerkjunum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur fingið við í nýggja danska samgonguskjalið.
“Leingi er tað, ið væl skal vera”, verður ofta sagt. Nú nýggj stjórn er skipað í Danmark, hava vit í Sambandsflokkinum á Fólkatingi fingið fleiri týðandi føroysk mál við í samgonguskjalið.
Eitt nú fer danska stjórnin at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap í IOC, soleiðis at okkara fremstu ítróttafólk framyvir kunnu luttaka undir Merkinum á Olympisku Leikunum. Samstundis verður arbeitt við at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Harumframt er danska stjórnin sinnað at kanna, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast á bíligasta hátt og virka fyri møguleikanum fyri einum statsláni, um ynski er um hetta í Føroyum. Tað kann gerast eitt týðandi stig fyri at fremja verkætlanina, og áður hava útrokningar víst, at Føroyar kunnu spara útvið 800 mió. kr. við hesi loysnini.
Í samgonguskjalinum verður eisini staðfest, at “i internationale forhold skal intet besluttes om Færøerne uden Færøerne”. Hetta var eisini ein týðandi partur av útspælinum hjá okkum í Sambandflokkinum, “Nýtt Samband”, og hevur tí verið eitt høvuðsmál at fáa við. Tað hevur alstóran týdning, at Føroyar hava avgerðarrætt í málum, sum snúgva seg um Føroyar. Harumframt verður arbeitt við at knýta Føroyar upp í nýggja sjókaðalin millum Grønland og Danmark.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eisini, saman við MFS, arbeitt fyri betri rættindi hjá føroyskum lesandi í Danmark. Í dag hava norðurlendsk lesandi millum annað rætt til orðabøkur á sínum móðurmáli, tá tey skulu upp í roynd. Føroysk lesandi hava ikki havt somu rættindi. Hetta skal nú broytast, so at føroysk lesandi verða javnsett við onnur norðurlendsk lesandi.
Eg eri glað fyri mongu úrslitini. Hetta er tó ‘einans’ samgonguskjalið, og tí gleði eg meg at arbeiða fyri at tryggja, at málini verða framd í verki. Eg setti mær fyri at fáa mál við, sum hava týdning fyri okkum, fyri samgonguna í Føroyum og fyri Føroyar sum heild. Eg fari konstruktivt til verka saman við nýggju stjórnini í Danmark.
Alt samgonguskjalið kann lesast her, og parturin um Føroyar er á síðu 66-67.
Anna Falkenberg,
Fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



