Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av neyðtøkuøkinum í Føroyum og av dómum í neyðtøkumálum. Føroya Politi hevur nú útgreinað hagtølini á økinum

Í Miðeystri verður hann kallaður "krígsbrotsmaður". Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, kann gerast nýggi leiðarin í Gasa

Tangaskipið Pushpa, eisini nevnt Boracay, sum varð noytt inn móti fronsku strondini fyrr í vikuni, átti at verið afturhildið av donskum myndugleikum og kannað fyri spor í dronumálinum

- Keypmannahavn roynir nú at víðka sína fíggindastøðu mótvegis okkara landi innan ES. Hendan tilgongdin stuðlar undir, at spenningurin í viðurskiftunum millum Russland og ES økist enn meira

- Tað er okkara meting, at Russland førir eitt hybridkríggj móti Danmark. Russland leggur trýst á okkum. Russland vil vísa hernaðarliga styrki uttan at fara í beinleiðis vápnað stríð, sigur FE-ovastin

Havhestaungar eta bakteriu-dálkað skarn, sum rennur út á sjógv saman við spillivatni úr Havnini. Hetta er ræðandi, sigur fuglafrøðingur við KVF

Í minsta lagi tvey fólk eru dripin og fleiri særd eftir skottilburð og kníválop við eina synagogu í Manchester í morgun

Danskir hermenn verða útgjørdir við haglbyrsu til at verja hernaðarlig øki móti dronum, siga fleiri keldur í danska herinum

- Tað eru leivdirnar av tropisku ódnini, Humberto, sum fer at órógva okkum vikuskiftið. Fótbóltsdystir eru fluttir bæði aftur og fram

Hetta skrivar DR, sum í november mánaði, saman við hinum limalondunum í Eurovision (Melodi Grand Prix), skulu atkvøða um Ísrael skal sleppa við til kappingina í 2026

Skiparin á tangaskipinum Pushpa – eisini kent sum Boracay – er nú skuldsettur fyri at nokta at akta boð á sjónum

Sambært nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Betri Trygging, siga 73% av føroyingum seg hyggja ov nógv í skíggja. Kanningin er liður í stórum átaki

- Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober verður aftur skipað fyri ABC-viku. Hetta er áttandi ferðin, at ABC-vika verður, og hesaferð eru heili 45 fjølbroytt tiltøk á skránni

Almennar keldur í Fraklandi eru eins og Emmanuel Macron, forseti, varnar við at knýta donsku dronuhendingarnar at kanningini av russiska skuggaflotaskipinum, men tað eru franskir serfrøðingar ikki

Tað siga Marita Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim, sum í 2012 tóku stig til morgunkafeina í Betesda (Mynd: Gunnar Nolsøe)

Á leguni fer norski herurin at venja ukrainskar hermenn at stríðast ímóti Russlandi

Hetta hendir eftir kritikk hjá republikanarunum av felagsskapinum, sum hevði sett Turning Point USA hjá Charlie Kirk á ein lista yvir ekstremistiskar bólkar

Franskir ​​hermenn fóru í dag umborð á russiska skuggaflotaskipið Pushpa

Hvørt ár oyða evropeisk lond 1,5 milliardir fermetrar av náttúru og matjørð. Tað svarar til næstan 600 fótbóltsvøllir um dagin og nógv meira enn áður hildið

Ein 64 ára gamal maður, sum varð dømdur fyri at hava dripið eini hjún undir einum ráni í 1990, varð týsdagin avrættaður í Florida

Jarðskjálvti á 6,9 stig hevur rakt oynna Cebu á Filippinunum, upplýsir filippinski seismologiski stovnurin Phivolcs

Kendi QAnon-sjamanurin Jacob Chansley hevur sett í verk eitt umfatandi rættarmál móti einum hópi av kendum nøvnum og felagsskapum

Oktoberfestin í München dregur milliónir av vitjandi til býin. Inngongdirnar til festivalin vórðu stongdar eina løtu í vikuskiftinum tí ov nógv fólk vóru samlaði

 

Til komandi tveir dagar langa ES-toppfundin í Keypmannahavn fer USA eisini at stuðla Danmark við dronum fyri at tryggja loftrúmið yvir høvuðsstaðnum, skrivar danska Verjumálaráðið á X

Tórshavnar kommuna er ósamd við Kommunala Eftirlitið, sum sigur, at grundstykkini skulu seljast fyri kostprís, vísir innlit hjá KVF

Í Vágum var brotið inn í eitt matstað og farið var inn í eina kirkju, har pengar vóru tiknir úr tveimum kirkjubússum, skrivar KVF

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Landsverk uppá eina umbøn um innlit

Ukrainskar herdeildir raktu síðstu nátt við fýra rakettum eina russiska verksmiðju, sum framleiðir elektrodur til flogfør, hernaðarútgerð og aðrar hernaðarligar skipanir

Filmsleikstjórin og rithøvundurin Jørgen Leth er deyður 88 ára gamal, boðar familjan frá

Alt møguligt er stolið: m.a. amboð, køksting, skúmsløkkjari, dvd-filmar og ikki minst ein stór samling av tendrarum, skrivar Annika Sølvará á Facebook

Ein 48 ára gamal maður er dømdur fyri blúnisbrot og fyri at hava tikið myndir av naknum børnum í svimjihøllini í Gundadali í Havn, skrivar KVF

Mánadagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og sp/f Landleiðin undir 12 ára sáttmála um ruskinnsavning í kommununi

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sett Eilif Magnusson Arge í starv sum Brekumboð

Talgilda Landsjarðarskipanin savnar allar upplýsingar í sambandi við landsjarðirnar, sum eru ogn hjá Føroya landsstýri, og sum Búnaðarstovan umsitur

Nes kommuna gjørdi í seinastu viku avtalu við Falkon um at byggibúgva 8 sethúsagrundøki við nýggja partin av Høganesvegnum, sum Falkon júst hevur longt við 180 metrum

Arbeiðið at leggja fjarhita til Landssjúkrahúsið skal ikki tarna sjúkraflutninginum. Tí roynir Fjarhitafelagið at fáa arbeiðið í brekkuni á Frælsinum frá hondini sum skjótast

Ein maður er handtikin í Svøríki, eftir at eitt flogfar varð noytt at flúgva í ring í næstan 40 minuttir yvir Sundsvall-Timsrå flogvøllinum sunnukvøldið

Danska verjumálaráðið váttar, at ein radari er settur upp á flogvøllinum í Keypmannahavn. Tað skrivar ráðið í uppslagi á sosiala miðlinum X

Stjórin fyri tunnilin sigur, at nú verða blásararnir settir til at blása oftari enn annars

Á Landssjúkrahúsinum eru tey farin undir at fremja skurðviðgerðir av sokallaðum “hálvum” knøum. Hetta eru viðgerðir, sum áður vórðu framdar í Danmark

Í alt hava 59 seglbátar lagt leiðina framvið Vágs Havn í summar, við tilsamans umleið 140 fólkum umborð

Fremmandu dronurnar sum í seinastuni hava verið at sæð, og sum hava elvt til nógv høvuðbrýggj í Danmark, fara neyvan at hvørva í bræði, heldur serfrøðingur

Hon ásetir, at sjúklingar skulu skráseta síni ynski í eini talgildari skrá

Síðstu nátt var tað serliga danska Verjan hevur havt áhuga hjá teimum ið flúgva dronurnar

Ukraina hevur boðið sær at hjálpa Danmark at styrkja dronutilbúgvingina í Danmark

Hesa vikuna hevur eldrafelagið úr Hveragerði verið á vitjan í Føroyum, og hósdagin vóru tey á Toftum

- Afturvendandi spurningurin er altíð: “hvar eru føroysku filmarnir?” Eftir ætlan verður hesin spurningurin lættur at svara í nærmastu framtíð

Stýrið fyri AMEG hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 195 kr. um mánaðin frá 1. januar 2026

Heilsumálaráðið hevur lýst starvið sum stjóri í Heilsustýrinum leyst at søkja, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út

Loftrúmið yvir flogvøllinum í Billund varð stutt stongt í morgun eftir fráboðan um ólógligt dronuvirksemi – men tað vísti seg at vera ein skínandi stjørna og ikki eina drona

# #