Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Eitt tangaskip, sum fór inn í Hormuzsundið, varð í dag kallað av iransku kollveltingarhirðini (IRGC). Tangaskipið fekk boð um at venda við fyri at sleppa undan at verða álopið

Nobelvirðislønin í medisini ella fysiologi varð kunngjørd í morgun, sum er ársins fyrsta virðisløn

Sambært yvirlitinum hjá Landsverki so er fitt av vindi í morgun

CPR-umsitingin í Danmark hevur staðfest eitt trygdarbrot. Óviðkomandi hava fingið óheimilaða atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og CPR-nummur hjá umleið 8,8 milliónum skrásettum persónum

USA tekur øll síni B1-bumbuflogfør heim frá Royal Air Force-støðini í Fairford

Tilsamans trý skip vóru við í samanstoytinum, okkurt teirra er farið at leka

Nakað áðrenn miðnátt fekk løgreglan boð um eld í einum bili í Norðoyatunlinum, sum tí var stongdur í eina góða løtu ímeðan sløkkiarbeiði var í gongd og tunnilin aftaná varð køldur niður aftur

Frank Strada, ovasti fyri fongsulsverkið í Tennessee, leggur frá sær eftir miseydnaðu avrættingina av Christu Pike mikudagin. Hon fekk tveir skamtar av eitri, men yvirlivdi og liggur framvegis uttan vit

Bretskir miðlar gera nógv burtur úr og hava nógvar og forkunnugar myndir av hernaðarvenjingini Lion Protector sum var í Vestmanna herfyri

Tveir iranskir ​​menn eru handtiknir fyri illgruna um yvirgangsætlan móti jødum í Manchester

- Eg havi sagt meg úr starvi sum býarbókavørður ❤️ Og tað er av tí góðu orsøk, at eg havi fingið ein heilt serligan møguleika at hugsavna meg um mítt listaliga arbeiði og skriving í trý ár

Indiski flogskiparin, Smit Machchhar, sum varð stungin av hjáflogskipara sínum mikudagin undir eini flogferð til Ísraels, tosar nú fyri fyrstu ferð um hendingina

Um átta tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein el-ruskbilur hevði brotið tveir garðar og rent á ein bil, og var komin at standa uppat einum sethúsum á Argjum, sum mynd tikin frá Facebook vísir

Familjan hjá Renee Good, sum varð dripin í Minneapolis, hevur saksøkt Donald Trump, forseta, skrivar Reuters

Tað boðaði verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, frá í gjár

Oljan úr Persiaflógvanum er aftur farin at røkka heimsmarknaðinum í stórum nøgdum. Men flutningurin er bæði vandamikil og nógv dýrari enn undan krígnum

Tað var ein útlendingur sum koyrdi bilin og sambært løgregluni, so endaði bilurin á Sandsvatni, tá ið hann kom frá eini útkoyring við nýggja SEV-bygningin

Um NATO roynir at skerja og avbyrgja russiska Kaliningrad millum Pólland og Litava, hóttir Russland við at brúka kjarnorkuvápn

Eitt flogfar hjá Flydubai úr Dubai til Tel Aviv varð í morgun sent til Saudi Arabia

Nýggjur rúsdrekkapolitikkur hevur jaliga ávirkan á fólkaheilsuna í Lettlandi

- Stendur mær í boði at gerast stjóri í nýggja, samanlagda stovninum, taki eg av. Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, við KVF

Fyri nøkrum vikum síðani varð útflýggjanin av barnaváttanum og vápnaloyvum fyribils sett í bíðistøðu. Hetta komst av, at Ríkispolitiið hevði staðfest nakrar feilir í sjálvvirkandi strikiumførunum í revsimálaskránni

Seinastu 10 dagarnar, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstuhjálp í óbydgum øki

Nýggjar fylgisveinamyndir frá Google Earth geva eitt sjáldsamt innlit í oyðileggingina í Gasa, har útlendskir journalistar verða noktaðir atgongd

Stýrið fyri AMEG hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 180 kr. um mánaðin frá 1. januar 2027

Gerda Mortensen hevur lokið NUBA-útbúgvingina, ið gevur serligar førleikar til at taka sær av børnum, sum skulu undir doyving

Endamálið við fundinum var at geva nyttugar upplýsingar um føroyska samfelagið, mentan, gerandislív, rættindi og ábyrgdir

Ung í Noreg eru í vanda fyri at verða noktað at keypa snús og e-sigarettir, um eitt sokallað ættarliðsbann móti tubbaki verður sett í gildi. – Naivt at trúgva, at eitt forboð fer at forða fyri nýtslu, sigur FHI-granskari

Nevningating er í Føroya rætti í dag. Tveir menn - annar er 53 ár og hin 37 - eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á, fyri hóttan og rán, skrivar KVF

Frágreiðingarnar frá eftirlitunum í vár vórðu latnar Almanna- og bústaðamálaráðnum í august og eru nú sendar avvarðandi pørtum

Í Sønderborg Kommunu uppliva tey størri áhuga fyri heimarøktini frá ungum monnum - Tað er sum um tað er vorðið kul at vera nakað fyri onnur

Lítil petti av hondini hjá einum russiskum fúrsta, sum livdi fyri 600 árum síðani, verða nú brúkt til at styrkja bardagahugan hjá russisku hermonnunum sum kríggjast í Ukraina

Tøknirisin OpenAI hevur í seinastuni sæð fleiri dømi um, at vitlíki hevur gjørt óvæntaðar og órógvandi gerðir, tað als ikki er biðið um at gera

- Teir eru við at tapa, tí vilja teir hava eina avtalu, sigur amerikanski forsetin á Truth Social og leggur eina mynd út av Hormuzsundinum sum nú eitur Trumpsundið

Fyrr í vikuni var fyrsta atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshavi. Djúpa lágtrýstið gjørdi um seg í Grønlandsfjørðinum og á havleiðini sunnan fyri Ísland. Nú er tann næsta á veg

Útlánini hjá føroysku bankunum til húsarhald vóru 8,7 prosent størri í juli enn somu tíð í fjør. Húsarhaldini læna fyrst og fremst til bústaðir, og bankarnir siga seg hava merkt størri eftirspurning eftir fígging

Menn áttu 7,3 milliardir krónur í privatari eftirlønaruppsparing í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum við árslok 2025. Kvinnurnar áttu 5,1 milliardir krónur

Brotið varð inn í Á-handilin við Landavegin í Havn mánanáttina

Kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, kunnu nú fáa ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð, sama hvussu langt tær vóru komnar í viðgonguni. Higartil galt skipanin bert, um fosturtøkan varð framd eftir 12. viku

Henda kúgvin er skolað upp á Leynasand, og borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, sigur við VP, at kommunan plagar at taka tað upp sum skolar upp á land

Hann hevur verið í Vestara Landsrætti saman við systkinabarninum, tí tey hava sambært ákæruvaldinum búð saman, hóast tey hava upplýst fyri Udbetaling Danmark og Aarhus Kommunu, at tey bæði vóru støk

Skotsku myndugleikarnir hava játtað Hetlandi 200 milliónir krónur til fyrireikingar av undirsjóvartunlum, sum kunnu avloysa gomlu ferjurnar. Pengarnir skulu brúkast til projektering og umhvørviskanningar frá 2027 til 2030

Tøl frá norsku hagstovuni vísa, at 69 prosent av fólkinum millum 16 og 79 ár siga, at tey hava brúkt vitlíki seinastu tríggjar mánaðirnar

Kendir sjónleikarar eru millum fólkini, sum løgreglan í New York varðhaldsfongslaði undir mótmælisgongu móti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu

Amerikonsku miðlahúsini CNN og MS NOW upplýsa nú, at tey hava fingið atgongd til Hvíta Húsið aftur

Í illveðrinum venja fremmandu herfólkini í Vestmanna í dag. Uppsjóvarskipið Gøtunes er við í venjingunum

Ein dómari hevur givið Trump-stjórnini boð um at geva journalistum frá CNN, MS NOW og Politico fyribils atgongd til Hvíta Húsið

Í høvuðsheitum snúgva ákærurnar seg um, at landsapotekarin ólógliga hevur fingið útflýggjað heilivág frá Tjaldurs Apoteki í Havn, skrivar KVF

Skulu náttúrugrundaðar loysnir veruliga muna í arbeiðinum við veðurlagi, lívfrøðiligum margfeldi og øðrum umhvørvistrupulleikum, so er avgerandi at fáa tey røttu fólkini við

Fyri fyrstu ferð í nógv ár vera virðislønir M.A. Jacobsens ikki latnar í Müllers pakkhúsi. Í ár vera tær latnar í auluni í Finsen. Og tað verður hósdagin í næstu viku, skrivar KVF

# #