Fríggjadagin 5. juni, í sambandi við mentanarnáttina, verður opið hús á Tórsvølli frá klokkan 16:00 til 18:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen
Fríggjadagin 5. juni, í sambandi við mentanarnáttina, verður opið hús á Tórsvølli frá klokkan 16:00 til 18:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Komandi fríggjadag er árliga mentanarnáttin í Tórshavnar kommnunu á skránni, og í hesum sambandi verður opið hús á Tórsvølli.
Tiltakið er ein gyltur møguleiki at uppliva føroyska tjóðarleikvøllin. Opið er frá klokkan 16:00 til 18:00, og í hesum tíðarskeiðnum verður skipað fyri fýra rundsýningum, har vitjað verður í økjum, sum vanliga ikki eru opin fyri almenninginum.
Sýningarnar vera klokkan 16:15, 16:45, 17:15 og klokkan 17:45. Í sambandi við rundsýningarnar verður inngongd J opin.
Á vøllinum verður eisini skipað fyri ymiskum fótbóltsspølum, har bæði børn og vaksin kunnu luttaka og góðir vinningar verða burturlutaðir.
FSF bjóðar øllum vitjandi kaffi, te, frukt og Mist, og børnini fáa Fairplay í Barnahædd gagguposar.
Harafturat verður møguligt at ogna sær nýggju landsliðstroyggjuna, og í sambandi við mentanarnáttina fríggjadagin verður møguleiki at prenta navn og nummar á troyggjuna á staðnum.
Tiltakið á Tórsvølli er ókeypis, og ikki er neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



